Innanlands

Magni Arge: Nú er ikki at sleppa spitaranum

Magni Arge vil gjarna sita á fólkatingið í eina tíð afturat, men fer allarhelst at taka farloyvi fyri at sita á løgtingi av og á, um hann fær høvið til tað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-20 17:07 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Hví skulu vit lata vald liggja eftir í Danmark, tá vit gjalda sjálvi. Men so leingi, sum onki klárt krav kemur úr Føroyum, flyta danir seg ikki. 

Tað sigur Magni Arge, sum ætlar sær at arbeiða fyri føroyskum fullveldi á fólkatingi. 

- Eg haldi vit kunna verða við at arbeiða fyri einum føroyskum fullveldi. Tað gera vit best við einari sterkari grund her í Føroyum, samstundis sum vit gera eina avtalu við donsku stjórnina um hvat spælireglurnar eru, tá vit skipa okkum sum fullveldi, sigur Magni Arge, sum heldur fólkatingið vera góðan pall at seta fokus á eitt nú sjálvsavgerðarrættin. 

- Fólkatingspallurin er ein perfektur pallur at brúka til hetta kjakið. Tað havi eg roynt at gjørt, sigur Magni Arge, sum ætlar sær aftur á fólkating. 

Tjóðveldi hevur til hettar valið sama politikk um, at tað ikki ber til at røkja fleiri sessir í senn. Politikkarinir kunnu verða valdir í bæði løg- og fólkating, men skulu taka farloyvi í einum sessi. 

[object Object]
Magni Arge legði fram um fólkatingsarbeiðið seinastu fýra árini (Mynd: Sverri Egholm) 

- Nú havi eg seinastu fýra árini fingið nakrar royndir og lært eitt hondverk, sum er at sita á Fólkatingið. Eg vil gjarna taka eina tíð afturat her. Men eg hevði eisini vilja siti eitt sindur á løgtingi, tí annars er skjótt at missa sambandi við føroyskan politikk, staðfestir Magni Arge, sum heldur at arbeiðið hjá honum á fólkatingi hevur gjørt mun. 

- Eg haldi tað er í dag ein stór virðing fyri, at man í Føroyum í dag megnar at skapa síni egnu vælferð við sínum egna tilfeingi. Vit verða noydd til stútt og støðugt at byggja okkara sak og halda fast, sigur Magni Arge. 

Valskráin hjá Tjóðveldi legði upp til, at løgtingsvalið og fólkatingsvalið er samantvinna. Tað vil siga, at meðan flokkurin fer at arbeiða fyri at flyta síðstu málsøkini úr Danmark til Føroyar, skal fólkatingsumboðið hjálpa til í hesum arbeiðinum. Tí er spurningurin, um tað er ein fortreyt fyri fólkatingsarbeiðinum hjá flokkinum, at hann sleppur til valdið í Føroyum, um flokkurin skal føra fólkatingspolitikkin hjá sær til fulnar? 

- Tað er okkara visjón at koma aftur til valdið í Føroyum. Eg havi eisini at tað er ein vaksandi undirtøka ímillum føroyingar og føroysku flokkarnar um, at vit serliga á uttanríkispolitiska økinum skulu hava meira vald í Føroyum, svarar Magni Arge. Men ætlar hann tá at arbeiða ímóti einari føroyskari stjórn, um hon ikki ynskir at fremja stig á fullveldisleið? 

- Um tú spyrt um, eg fari at arbeiða saman við einari stjórn, sum ynskir at binda Føroyar longur inn í ríkið, so er svarið nei. Tá verði eg ein andstøða til føroysku stjórnina. Men eg fari sjálvandi altíð at arbeiða saman við einari føroyskari stjórn um tey mál, sum vit eru samd við teimum í, staðfestir Magni Arge at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder