Innanlands

Magni Højgaard nýggjur í Etiska ráðnum

Hann avloysir Leif Olsen, ið hevur valt at takka fyri seg í ráðnum

Magni Højgaard (Skíggjamynd: KvF)

Magni Højgaard (Skíggjamynd: KvF)

2025-07-02 11:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, hevur valt Magna Højgaard til nýggjan lim í Etiska ráðnum. Hann kemur í staðin fyri Leif Olsen, sum hevur verið limur í ráðnum, síðan ráðið fór til verka 1. januar 2028, og sum nú takkar fyri seg.

Magni Højgaard er 44 ára gamal og starvast sum leiðari í Rówt. Rówt er eitt uppsøkjandi og samskipandi tilboð til ung í Føroyum við álvarsomum avbjóðingum innan sálarheilsu og bundinskap. Hann hevur áður verið leiðari á sosialu eindini hjá Bláa Krossi Føroya (2015–2019), og hevur harumframt drúgvar royndir úr Danmark, har hann arbeiddi á Mændenes Hjem á Istedgade í Keypmannahavn.

Við tilnevningini av Magna Højgaard fær Etiska ráðið ein lim við breiðum innliti í sosialar og heilsuligar spurningar og við hollum royndum úr arbeiðinum við menniskjum, sum ofta liva á útjaðaranum av samfelagnum, skrivar Heilsumálaráðið.

Hinir limirnir í Etiska ráðnum eru:

Bergur Debes Joensen, sóknarprestur, formaður
Marjun Asbjarnardóttir Lómaklett, sóknarprestur og integratiónsprestur
Jógvan D. Hansen, heimsspekingur
Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum
Noomi Gregersen, verkætlanarleiðari í Fargen
Arni Zachariassen, rúsviðgeri
Súsanna Mortensen, námslektari í sjúkrarøktarfrøði
Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder