Føroyameistarakappingin fyri pør varð spæld í Bridgehúsinum fríggjakvøldið og leygardagin 1. og 2. mai. Spæld vóru tilsamans 90 spøl, og 16 pør tóku lut í kappingini. Hetta var fyrstu ferð at FM-kappingin fyri pør varð spæld við skermum, og eydnaðist hetta sera væl.
Samanuntikið kann sigast, at talan var um eina sera javna og spennandi kapping, har fleiri ymisk pør dystaðust um oddasessin.
Fríggjakvøldið myndaðu ávikavist Arnbjørn Sivertsen – Jákup Hjaltalin, Ármi M. Dam – Símun Lassaberg, Arne Mikkelsen – Dánjal Pauli Mohr, Viggo Johannesen – Heini Joensen, og Jóannes Mouritsen – Per Kallsberg oddasessirnar í kappingini.
Sum kappingin leið leygardagin gjørdist greitt, at kappingin um FM heitið fór at standa ímillum Magna Jøkladal – Pól Egholm, Jóannes Mouritsen - Per Kallsberg, Arnbjørn Sivertsen – Jákup Hjaltalin og Árna M. Dam – Símun Lassaberg. Hesi pørini vóru sera jøvn til langt varð útliðið av kappingini, og tískil skuldi avgerðin falla í seinastu trimum umførunum.
Undan seinastu trimum umførunum lógu Magni Jøkladal – Pól Egholm á odda, meðan Jóannes Mouritsen - Per Kallsberg og Arnbjørn Sivertsen – Jákup Hjaltalin lógu á ávikavist øðrum og triðja plássi. Magni Jøkladal – Pól Egholm megnaðu í seinastu trimum rundunum at varðveita oddasessin, og gjørdust teir sostatt Føroyameistarar fyri pør 2026. Annað plássið fingu Arnbjørn Sivertsen – Jákup Hjaltalin, meðan Árni M. Dam – Símun Lassaberg spældu seg til eitt triðja pláss.
Pørini, ið høvdu eitt úrslit oman fyri miðal (50%), í kappingini vóru hesi:
1. Magni Jøkladal – Pól Egholm 715 (56,8%)
2. Arnbjørn Sivertsen – Jákup Hjaltalin 699 (55,5%)
3. Árni M. Dam – Símun Lassaberg 689 (54,7%)
4. Rúni Mouritsen – Bogi Simonsen 688 (54,6%)
5. Jóannes Mouritsen – Per Kallsberg 686 (54,5%)
6. Viggo Johannesen - Heini Joensen 680 (53,9%)
7. Arne Mikkelsen – Dánjal Pauli Mohr 649 (51,5%)
8. Birita Clementsen – Maria V. Hansen 632 (50,2%)
9. Arnleyg Mikkelsen – Marjun Restorff 631 (50,1%)
Til kappingina hevði Føroya Bridgesamband fingið danska kappingarleiðaran Jacob Dutschek til føroya at leiða kappingina. Við sínum mongu royndum sum altjóða kappingarleiðari leiddi Jacob Dutschek kappingina við kønari hond.
Bridgesamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald