Innanlands

Magni Laksáfoss feldi sítt egna uppskot um Fámjinstunnil

Átti avgerandi atkvøðuna, men atkvøddi ímóti

Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-02-26 20:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgtingið viðgjørdi í dag uppskot um at gera Fámjinstunnil, sum fleiri av andstøðutinglimunum høvdu lagt fram. Millum annað Magni Laksáfoss, sum er uttanflokkatingmaður.

Men hann atkvøddi ímóti uppskotinum, og uppskotið fall við 14 fyri og 15 ímóti.

- Eg atkvøddi ímóti tí at tunlar í Føroyum blíva ofta ein politisk viðgerð. Man vil bara ein tunnil annan vegin ella hinvegin fyri at tekkjast veljarum, sigur Magni Laksáfoss við Dag & viku.

Tingið feldi eisini einum uppskoti frá Miðflokkinum um at gera tunnil til Dals. Landsstýrismaðurin arbeiðir longu við málinum, og tað verður væntandi klárt hjá tunnilsliðnum hjá Landsverki at fara í gongd í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder