Innanlands

Magni Laksáfoss ikki tikið støðu enn

Magni Laksáfoss hevur enn ikki tikið støðu til, hvønn flokk hann ætlar at stilla upp fyri til næsta val

Enn er ikki greitt, hvønn Magni Laksáfoss stillar upp fyri til næsta val (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Enn er ikki greitt, hvønn Magni Laksáfoss stillar upp fyri til næsta val (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-20 13:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Magni Laksáfoss hevur enn ikki tikið støðu til, hvønn flokk hann stillar upp fyri til næsta val. Tað sigur hann við Portalin. 

Fyri kortum var greitt, at Magni Laksáfoss hevði verið í samráðingum við formannin í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag. In.fo visti at siga, at Bjørn á Heygum hevði tosað við Magna fleiri ferðir. 

R7 segði í novembur mánaða, at Magni Laksáfoss ikki slapp á listan hjá Sjálvstýrinum. Tað hevði landsnevndin í flokkinum avgjørt á fundi. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder