Innanlands

Magni Mohr skrivað heimsins mest siteraðu grein um fótbóltsgransking

Greinin er tjúgu-ára gomul og verður nú umrødd í poddi hjá Københavns Universitet um stórar vísindaligar greinar

- Hetta var ein pioner-grein tá. Av tí at vit vóru teir fyrstu, sum lýstu kropsliga partin av fótbóltsspælinum so neyvt eftir tátíðar standardi, og at vit komu við fleiri heilt nýggjum hugtøkum, so fekk greinin sera stóran ans bæði í vísindaliga umhvørvinum og í úrvalsítróttarheiminum,sigur Magni Mohr (Mynd: Sverri Egholm)

- Hetta var ein pioner-grein tá. Av tí at vit vóru teir fyrstu, sum lýstu kropsliga partin av fótbóltsspælinum so neyvt eftir tátíðar standardi, og at vit komu við fleiri heilt nýggjum hugtøkum, so fekk greinin sera stóran ans bæði í vísindaliga umhvørvinum og í úrvalsítróttarheiminum,sigur Magni Mohr (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-21 18:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Københavns Universitet er í gongd við eina poddvarpsrøð um tær mest siteraðu vísindaligu greinarnar, sum eru framleiddar har. Nú er ein poddur gjørdur um eina hjá Magna Mohr, professara á Setrinum, sum eigur heimsins mest siteraðu grein á sínum øki.

Hetta skrivar setur.fo seinnapartin. 

Magni Mohr er í løtuni professari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya. Vágbingurin hevur seinastu 20-25 árini verið roknaður sum ein av fremstu granskarum í kropsliga partinum av liðítrótti og arbeitt hjá stórum fótbóltsfeløgum.  Nú eigur hann eitt heimsmet.

- Vísindaligu greinina, “Match performance of high-standard soccer players with special reference to development of fatigue”, skrivaði Magni Mohr saman við dønunum Peter Krustrup og Jens Bangsbo í 2003, og hon varð almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum, Journal of Sport Science. Greinin er í dag - 20 ár seinni - heimsins mest siteraða vísindaliga grein um fótbóltsgransking. Síðani eru fleiri enn 20.000 aðrar greinar eru skrivaðar á sama granskingarøki, so hetta er metið av sonnum nakað serligt.

[object Object]
Magni Mohr hevur arbeitt fyri onnur fótbóltssambond. Seinastu árini hevur hann verið knýttur at FSF og A-landsliðnum hjá monnum sum fysisikur venjari (Mynd: Sverri Egholm)

Sambært Google Scholar hevur greinin nú umleið 3200 "sitatiónir", sum ivaleyst eisini ger hana til mest endurgivnu grein, sum ein føroyskur granskari hevur skrivað.

Greinin, sum snýr seg um kropsliga møði í úrvalsfótbóltsdystum, var tann fyrsta, sum lýsti ymisk sløg av møði í liðítróttum. Og søgan um greinina og metið hjá Magna Mohr er eisini ein søga um at vera rætta staðið til røttu tíð.

- Hetta var ein pioner-grein tá.  Og av tí, at vit vóru teir fyrstu, sum lýstu kropsliga partin av fótbóltsspælinum so neyvt eftir tátíðar standardi, og at vit komu við fleiri heilt nýggjum hugtøkum, so fekk greinin sera stóran ans bæði í vísindaliga umhvørvinum og í úrvalsítróttarheiminum, sigur Magni Mohr við setur.fo.

Granskingin varð gjørd, meðan Magni Mohr arbeiddi á Københavns Universitet og um sama mundið varð knýttur at italska stórfelagnum, Juventus.

- Hetta var ein ómetaliga spennandi tíð, har vit høvdu annan fótin í rannsóknarstovuni og hin í toppfótbólti, og júst henda vísindaliga greinin gjørdist orsøk til eina rúgvu av uppfylgjandi kanningum og kanningum, sum vit enn gera, sigur professarin.

[object Object]

Í løtuni ger Københavns Universitet eina poddrøð um útvald sonevnd "high-performance papers". Talan er um vísindaligar greinar, sum hava fingið fleiri enn 1000 citatiónir.

Magni Mohr eigur heilar seks slíkar greinar og hevur tilsamans ognað sær umleið 25.000 citatiónir í altjóða vísindaligu bókmentunum higartil. Í løtuni er Magni Mohr eisini fysisikur venjari hjá føroyska manslandliðnum í fótbólti.

Í morgin, fríggjadagin 22. september klokkan 08.40, fer Magni Mohr at hava almenna framløgu á Vísindavøkuni í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Framløgan verður um aldursgransking hansara, sum er vorðin partur av eini BBC-sendirøð, kallað Superagers.

Poddurin við Magna Mohr sæst og hoyrist her

Umrødda greinin frá 2003 kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder