Í dag var uppskot um broyting í lógini um sjófeingið á dagsskránni. Broytingin snúði seg um fleiri tættir í lógini. Eitt nú skuldi heimild gevast til at flyta menningarkvotu frá 2018 til 2019, tí nøgdirnar, sum ikki eru fiskaðar, hava verið stórar. Eisini skuldi tað gerast greiðari, at veiðirættindini ikki longur eru knýtt at ávísum fiskifari.
Men tað gjørdist skjótt greitt, at uppskotið ikki hevði undirtøku í tinginum. Tí skjeyt Ingolf S. Olsen upp, at uppskotið varð beint aftur í nevnd. Og hesum atkvøddi samgongan, Kári P. Højgaard og Magni Laksafoss fyri. Tí varð uppskotið ikki samtykt.
Hetta er aðru ferð í dag, at Kári P. Højgaard ikki atkvøddi við andstøðuni. Fyrr í dag atkvøddi hann ímóti at uppskotið hjá Bill Justinussen og Jákupi Mikkelsen, um stuðul at byggja fótbóltshallir, skuldi úr nevnd og til viðgerar.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, gjørdi greitt, at tað er ógvuliga lítið sannlíkt, at uppskot, sum fara aftur í nevnd koma úr nevndini aftur. Tí verður uppskotið allarhelst ikki broytt.
Kári P. Højgaard atkvøddi við samgonguni um, at beina uppskot aftur í nevnd.
At uppskotið hjá samgonguni ikki varð samtykt hevur ongan praktiskan týdning. Í veruleikanum hevur tað við sær, at uppskotið fellur, tí tað ikki kemur úr nevndini aftur. Men um samgonan hevði meiriluta fyri uppskotinum, hevði tað ikki verði atkvøtt aftur í nevnd, og tað ber boð um, at samgongan ikki er før fyri at fáa síni uppskot ígjøgnum, at tað ikki verður samtykt hesumegin valið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald