Fríggjadagin 28. apríl var ársaðalfundur í Føroya Handverksmeistarafelag.
Fyri vali stóðu nevndarlimirnir Petur Frank Joensen og Sjúrður Holm, og blivu báðir afturvaldir
Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin, skipaði nevndin seg eins og frammanundan við Magnus Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni. Í nevndini sita eisini Dávur Høgnason, Jens Kristian Haraldsen og Sjúrður Holm, skrivar Vinnuhúsið.
Felagið er meginfelag fyri sjey lokalfeløg: Havnar Handverksmeistarafelag, Meistarafelagið í Klaksvík, Eysturoyar Handverksmeistarafelag, Vága Handverksmeistarafelag, Vágs Handverksmeistarafelag, Tvøroyrar Meistarafelag, Suðuroyar Meistarafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald