Innanlands

Magnus Rasmussen gevst í politikki

Maðurin við næstflest atkvøðum á Sambandslistanum til seinasta val stillar ikki uppaftur: - Eg eri mettaður, og hetta hevur einki við fosturtøkumálið at gera

- Tað snýr seg ikki um nakað einstakt mál, staðfestir hóvligi maðuin úr Saltangará (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Tað snýr seg ikki um nakað einstakt mál, staðfestir hóvligi maðuin úr Saltangará (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-18 13:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur verið borgarstjóri í Runavíkar kommunu, løgtingslimur fyri Sambandflokkin í fleiri valskeið og eisini landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálaráðnum.

Gitingar hava verið um, at hann fór at gevast skjótt, og í dag er váttað, at Magnus Rasmussen ikki stillar uppaftur til løgtingvalið seinni í ár.

Tað var Norðlýsið, ið fyrst bar tíðindini. Vit fangaðu 63-ára gamla løgtingslimin í løgtinginum fyri løtu.

- Avgerðin er tikin fyri einari tíð síðani. Eg havi verið ógvuliga fegin um mítt lív í politikki, men eg eri eisini mettaður av tí.

Magnus Rasmussen vísti aftur, at hetta hevði nakað við fosturtøkumálið og ósemjurnar í Sambandsflokkinum fyrr í vetur at gera.

- Tað snýr seg ikki um nakað einstakt mál, staðfestir hóvligi maðuin úr Saltangará, sum leingi hevur búð í Lamba.

Tingmaðurin heldur, at støðan í flokki hansara er góð, tó at hann hevði ynskt uppaftur hægri tøl í veljarakanninggunum. Magnus Rasmussen váttar fyri Portalinum og FM1, at tá valskeiðið er av, so er hann liðugur í politikki. Hetta verður seinni í ár.

Magnus Rasmussen fekk 712 atkvøður á Løgtingsvalinum í 2022. Hetta var næstflest á listanum hjá Sambandsflokkinum, og samanlagt høvdu bert sjey fólk fleiri atkvøður. 

Hoyr samrøðuna við Magnus Rasmussen her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder