2018-09-20 12:51
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Seinasta vatnkanning staðfestir, at bakteriur eru í drekkivatninum í Kaldbak. Tað skrivar Tórshavnar kommuna í fráboðan í dag.
Talan er um tvær E. coli bakteriur, ið eru staðfestar í einum vatnsýni. Mælt verður til, at íbúgvar í Kaldbak kóka vatnið, áðrenn drukkið verður.
Nýggjar kanningar verða gjørdar í dag, og eru úrslitini tøk í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald