Í sambandi við, at Malan Thomsen og Finngerð Danielsen fríggjadagin fingu "fortjenestemedalju" frá HKH Drotning Margrethu, varð skipað fyri móttøku í býráðshøllini í Klaksvík.
Malan Thomsen, klinikkassistentur og Finngerð Danielsen, klinikkassistentur vóru fríggjadagin heiðraðar við kongaligari fortjenstmedalju fyri síni 40 ár í Barnatannrøktini
Fitt av fólki var komið saman til móttøkuna fyri Maluni og Finngerð, tá ið hátíðarløta var fyri teimum í býráðshøllini. Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu fyri Maluni og Finngerð og handaði hann teimum kongaligu fortjenstmedaljuna í silvur.
Borgarstjórin nýtti høvið at ynskja Maluni og Finngerð hjartaliga til lukku við starvsdøgunum og takkaði teimum fyri teirra lut í stóra og góða arbeiðnum á Barnatannrøktini, sum er komið fleiri ættarliðum av klaksvíkingum til góðar, skrivar kommunan á heimasíðunu.
Eisini helt Unn Jakobsen, leiðari á Barnatannrøktini røðu fyri Maluni og Finngerð. Unn hevði nógv gott at bera, eitt nú í mun til teirra trúfesti, dugna, blídni og arbeiðsemi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald