Í løtuni arbeiðir Betri Trygging, saman við øðrum, nógv við støðuni viðvíkjandi skíggjanýtslu.
Ymiskar kanningar vísa, hvussu órógvandi ov nógv nýtsla kann vera - serliga fyri børn og ung.
Men hvussu kann man sleppa væl burturúr slíkum støðum?
- Í meira enn eitt áratíggju hevur fartelefonin, teldan og sosialir miðlar verið fastur partur av gerandisdegnum hjá okkum flestu. Men nú eru vit øll so smátt farin at ásanna, at tað, sum skuldi savna okkum, hevur skilt okkum sundur. Nú ganga vit heldur við ringari samvitsku og hava kanska ikki amboðini til at broyta tað.
Sum ein liður í SkíggjaSunn-átakinum skipar Betri Trygging fyri fyrilestri um evnið mánadagin 17. november klokkan 19.30
"Skærmsund"
Tað er danin Imran Rashid, sum kemur at greiða frá. Danski læknin hevur granskað nógv í skíggjanýtslu í yvir tjúgu ár, og hevur hann skrivað bókina við danska navninum fyri átakinum.
"Skærmsund" kom út í fjór, og er bókin hjá Rashid serliga ætlað foreldrum at fáa famljulívið í javnvág aftur - eftir at skermarnir hava tikið ov nógv ræði. Nógvu dentur verður lagdur á at vera tilvitaður.
- Fyrilesturin tekur støði í bókini, sum snýr seg um, hvussu familjur fáa eitt sunnari og meira tilvitað tilknýti til skíggjar. Bókin er ein vegleiðing við ítøkiligum amboðum til bæði børn og vaksin. Fyrilesturin er viðkomandi fyri øll - og kanska serliga til foreldur, sum føla seg hava mist tamarhald á støðuni, og sum sakna kvalitetstíðina saman.
Ókeypis fyrilesturin verður á Glasi mánadagin 17. november klokkan 19.30.
Sí eisini: Tykiskt vera stóur meiriluti fyri at banna sosialar miðlar til børn og ung undir 15 ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald