Innanlands

Málið er lykilin til samfelagið

Norðurlendsku kenslumálaráðharrarnir ynskja at bøta um málførleikan hjá børnum og ungum hjá fremmandum foreldrum

Norðurlendsku kenslumálaráðharrarnir saman við Karen Ellemann, aðalskrivara í ráðharraráðnum longst til høgru. Djóni Nolsøe Joensen stendur næstuttast til vinstru (Mynd: norden.org / Sigurjón Ragnar)

Norðurlendsku kenslumálaráðharrarnir saman við Karen Ellemann, aðalskrivara í ráðharraráðnum longst til høgru. Djóni Nolsøe Joensen stendur næstuttast til vinstru (Mynd: norden.org / Sigurjón Ragnar)

2023-05-04 09:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað skal gerast meira við at geva børnum í Norðurlondum, sum hava útlendsk foreldur, undirvísing í máli.

Tað var niðurstøðan, tá norðurlendsku kenslumálaráðharrarnir í gjár hittust í Reykjavík fyri at tosa um týdningin av menning og inklusjón.

Talið av børnum og ungum við fremmandari bakgrund er økt nógv í norðurlondum hesi seinastu áratíggjuni. Hóast ætlanir um at tryggja øllum børnum góða útbúgving, so megna frálæruskipanirnar ikki at náa hesum málum.

Íslendska stjórnin ynskti tí at seta sjóneykuna á hesa avbjóðingina, tá norðurlendsku ráðharrarnir við undirvísingarmálum hittust í Reykjavík í gjár.

- Vit vita, at tað er neyðugt at læra málið fyri at falla til og trívast í einum nýggjum landi. Tí er tað av týdningi at skipa so fyri, at børn, ið flyta til okkara, hava góðar møguleikar fyri at læra norðurlendsku málini. Fundurin endaði við uppskotum til góðar verkætlanir, sum vit fara at arbeiða víðari við, og málið er, at øll børn í Norðurlondum skulu hava somu møguleikar, sigur Ásmundur Einar Daðason, íslendskur ráðharri við barna- og undirvísingarmálum.

Børn við aðrari málsligari og mentanarligari bakgrund hava ofta ringt við at fáa somu úrslit sum javnaldrar teirra í Norðurlondum, og gransking vísir, at útbúgving hevur størri fyribyrgjandi virðir enn onnur tiltøk, tá tað snýr seg um børn við sokallaðari sárbærum sosialum status, skrivar norden.org.

Tí er tað av týdningi at hava eina skipaða ætlan fyri at stuðla hesum børnum á teimum ymsu útbúgvingarstigunum. Málslig menning hevur týdning í hesum sambandi, og vandandi málførleikar kunnu hava stórar avleiðingar fyri lívið hjá tí einstaka, tá tað kemur til møguleikan fyri at útbúgva seg og fáa arbeiði.

Føroyski landsstýrismaðurin við barna- og undirvísingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, var við á fundinum í Reykjavík.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder