Innanlands

Málið er nú í rættarnevndini

Tingfundurin verður tikin uppaftur klokkan 15.30, tá støðan viðvíkjandi verkfallinum verður viðgjørd meira

2023-11-02 14:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv fólk og nógv hørð og beinleiðis orð í tingsalinum seinnapartin. Andstøðulimir hava havt orðið nógv við fyrstu viðgerð, nú samgongan vil hava undantøk sett í verk aftur við lóg.

Sí eisini: Hendan samgongan átti at lagt frá sær

Løgmaður vísti á, at støðan er lívshættislig. Allir sjúkrarøktarfrøðingarnir eru í verkfalli nú, og opið kríggj er millum partarnar.

Sí eisini: Í Fasta Gerðarættin við skjúkrarøktarfrøðingunum

Fyrsta viðgerð var av fyri løtu síðani. Rættarnevndin situr í løtuni við málinum, og nógv trýst er á. Løgtingsforkvinnan segði, at fundurin verður tikin uppaftur við 2. viðgerð klokkan 15.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder