Innanlands

Málið um eindarleiðaran: Almannaverkið metir seg onki hava gjørt galið

Almannaverkið hevur sent svar til kæruna hjá Pedagogfelagnum um Hermann Mortensen. Tey meta seg onki hava gjørt galið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-08 14:00 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Almannaverkið hevur kannað kæruna hjá Føroya Pedagogfelag og kann staðfesta, at bæði innanhýsis og óheft uttanhýsis meting av málinum koma til ta niðurstøðu at onki er at finnast at løgfrøðiliga í handfaringini hjá depilsstjóranum Hermann Mortensen av málinum. 

Tað sigur Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum í svarskrivi til Pedagogfelagið, sum hevur kært Hermann Mortensen fyri handfaringina av starvsfólkamálinum við Hildur Hermansen. Almannaverkið hevur viðgjørt kæruna frá Pedagogfelagnum, men hevur eisini biðið Annfinn Vitalis Hansen, advokat um at gera eina frágreiðing um málið. 

Hildur Hermansen varð í tveimum førum biðin um at fara heim at halda frí. Hermann Mortensen kallaði hana í báðum førum á fund við stuttari freist og bað hana fara heim. 

Tá Hildur Hermansen varð biðin um at avlevera telefon, teldupost og fara heim at halda frí, var tað eftir kæru frá starvsfólkum um ymiskt viðurskifti á stovninum. Hon fekk tó longu í mai mánaða boð um at koma aftur í starv. Hon fekk lovað frá Edvardi Heen, at hon skuldi fáa uppbakning at fáa rættlag á Eind 10, sum umsitir Barnaheim Føroya. 

Men 11. januar í 2019 varð hon kærd av tveimum leiðarum undir sær og 22. januar varð hon kallað á fund við hálvum øðrum tíma freist. Á fundinum fekk hon boð um, at hon ikki kann vera leiðari á Eind 10 longur. Hon fekk onga skrivliga grundgeving, men bert at vita, at Edvard Heen hevði sent landsstýriskvinnuni grundgevingar dagin fyri. Hetta fekk Pedagogfelagið at kæra Hermann Mortensen. 

- Hesin ólógligi atburður hjá einum høgt standandi embætismanni, eigur at geva leiðsluni fyri Almannaverkinum høvið til at geva honum eina álvarsama átalu, fyri ikki at yvirhalda galdandi reglur, stóð millum annað í kæruni mótvegis depilsstjóranum á Almannaverkinum. 

Frágreiðingin fra Annfinni V. Hansen 
Almannaverkið hevur í viðgerðini biðið Annfinn Vitalis Hansen, advokat, gjørt eina løgfrøgiliga gjøgnumgongd av málinum. Og advokaturin kemur eisini til tað niðurstøðuna, at onki løgfrøðiliga skeivt er farið fram. 

Í síni gjøgnumgongd av málinum sigur hann, at Hildur Hermansen varð biðin um at halda frí og fekk løn meðan málið varð kannað. Hann viðger bara fundin 22. mars í 2018, tá Hildur Hermansen varð biðin um at fara heim fyrstu ferð. Fundurin 22. januar í ár er lítið viðgjørdur.

Tað einasta, sum er nevnt um 22. januar 2019 er, at Hermann Mortensen bað Hildur Hermansen fara heim at halda frí við løn inntil víðari. Men hettar samsvarar ikki við fundarfrásøgnina frá fundinum, sum Christian Andreasen, advokatur hjá Hildur Hermansen hevur skrivað. Tá Christian Andreasen spurdi Hermann Mortensen um talan var um eina suspendering, svaraði Hermann Mortensen, at hann ikki fór inn í "polemik" við Christian Andreasen um hettar. Á fundinum var heldur ongin skrivlig grundgeving fyri at senda Hildur Hermansen heim. 

Greitt er tó, at Hermann Mortensen onga átalu fær frá leiðsluni á Almannaverkinum fyri handfaringina av málinum, tí niðurstøðan hjá teimum er, at onki løgfrøðiliga skeivt er farið fram. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder