Innanlands

Málið um eindarleiðaran: Eyðgunn Samuelsen vil enn onki siga

Tað er Eyðgunn Samuelsen, sum hevur skrivað undir avtalu við fyrrverandi eindarleiðaran á Eind 10. Men hon vil onki siga um málið

(Savnsmynd: Eyðgunn Samuelsen)

(Savnsmynd: Eyðgunn Samuelsen)

2019-03-25 16:54 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Mín lutur í hesum málið er, at eg, eftir tilráðing frá lønardeildini, havi skrivað undir eina fráfarðingaravtalu við viðkomandi. Eina avtalu, ið allir partar, herundir eisini Pedagogfelagi høvdu góðkent frammanundan. 

Tað segði Eyðgunn Samuelsen, tá Portalurin upprunaliga vendi sær til hana við spurningum um málið viðvíkjandi Hildur Hermansen, sum 14. februar í ár skrivaði undir eina fráfaringaravtalu við landsstýriskvinnuna. Tá Hildur Hermansen var tænastufólk, er tað einans landsstýriskvinnan, sum kann loysa hana úr starvi. 

Les eisini: Uppsagdur við løn í trý ár  

21. januar fekk Eyðgunn Samuelsen teldupost frá stjóranum á Almannaverkinum, Edvard Heen, sum greiddi henni frá, at Hildur Hermansen verður biðin um at fara heim at halda frí, um landsstýriskvinnan ikki gevur onnur boð. Tá byrjar ein tilgongd, sum endar við at Eyðgunn Samuelsen 14. februar skrivar undir avtalu við eindarleiðaran á Eind 10, sum tekur sær av barnaheiminum. 

Men Hildur Hermansen hevur, eftir at avtalan varð undirskrivað, sent Eyðgunn Samuelsen eina kæru um uppsagnarmálið av sær. Hon vísir á, at hon ongantíð fekk ætlanarskriv um uppsøgn, at hon ikki varð partshoyrd og at hon í tveimum førum varð kallað á fund við stuttari freist og biðin um at fara heim at halda frí uttan grundgevingar. Næstu ferð var 22. januar í ár, dagin eftir at Eyðgunn Samuelsen fekk frágreiðing sendandi frá Edvard Heen, tá Hermann Mortensen segði Hildur Hermansen, at hon ikki kundi vera leiðari á Eind 10 longur. Hann hevði onga skrivliga ella munnliga grundgeving klára á fundinum, men segði at tað, sum skrivast skuldi longu var sent landsstýriskvinnuni. 

Les eisini: Almannaverkið ringt við at fylgja reglunum 

Pedagogfelagið hevur kært depilsstjóran, Hermann Mortensen, fyri handfarðingina av málinum, sum tey kalla ólógliga.

Men enn vil Eyðgunn Samuelsen ikki svara spurningum um málið. Hon sigur í telduposti við Portalin, at hon nú bíðar eftir, at kæran frá Hildur Hermansen er liðugt viðgjørd, áðrenn hon vil svara nøkrum spurningum um málið. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder