- Mín lutur í hesum málið er, at eg, eftir tilráðing frá lønardeildini, havi skrivað undir eina fráfarðingaravtalu við viðkomandi. Eina avtalu, ið allir partar, herundir eisini Pedagogfelagið høvdu góðkent frammanundan.
Tað er tað einasta, sum Eyðgunn Samuelsen vil siga um starvsfólkamálið í Eind 10. Tað er Eyðgunn Samuelsen, sum hevur undirritað fráfaringaravtaluna við Hildur Hermansen, sum gevur fyrrverandi eindarleiðaranum 3 ára løn.
Tá Hildur Hermansen er tænastumaður, er tað, sambært tænastumannalógini, bert landsstýrismaðurin, sum kann loysa hana úr starvi. Og tá Hermann Mortensen kallaði Hildur til fundar 22. januar í ár og segði, at hon ikki kundi vera leiðari á Eind 10 longur, hevði Eyðgunn Samuelsen dagin fyri tikið undir við, at Hildur Hermansen skuldi frístillast. Tá hevði Hildur sjálv ikki hevði havt møgulleika at gjørt viðmerkingar til avgerðina.
21. januar 2019, sendi Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, nevnliga Eyðgunn Samuelsen ein teldupost, har hann greiðir frá leiðslutrupulleikunum á Eind 10. Hann endar teldupostin við at siga:
- Fái eg ikki onnur boð frá tær í dag, verður Hildur biðin um at halda frí og samstundis fer hon úr bygginevndini fyri nýtt barnaheim. Grundgevingarnar eru lýstar í viðheftu skjølum.
Síðani er long frágreiðing send landsstýriskvinnuni um Hildur Hermansen og leiðslutrupulleikarnar á Eind 10. Edvard Heen endar frágreiðingina við at siga:
- Landsstýriskvinnan verður biðin um at taka støðu til framhaldandi setanarviðurskifitni hjá Hildur Hermansen
Men landsstýriskvinnan sigur nú, at tað einasta hon hevur gjørt, er at fylgja eini tilráðing frá lønardeildini - tað er avtalan, ið varð undirskrivað 14. februar.
Vit sendu fleiri spurningar til landsstýriskvinnuna, sum er stødd í New York í arbeiðsørindum. Millum annað spurdu vit, um hon var fult kunna um, hvussu eindarleiðarin var viðfarin av leiðsluni og at hon onki ætlanarskriv, grundgevingar fyri uppsøgn ella partshoyring hevði fingið. Vit spurdu eisini um, hvørt hon kundi góðtaka at Hildur Hermansen tvær ferðir varð kallað inn á fund við Hermann Mortensen við suttum skoðbrá og uppsøgd uttan ávaring. Men landsstýriskvinnan vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald