Innanlands

Málið um eindarleiðaran: Manglaði fundarfrásøgn til advokatkanning

Sambært Almannaverkinum varð týdningarmikil fundarfrásøgnin ikki send Almannaverkinum, fyrr enn Annfinn V. Hansen hevði gjørt kanning um málið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-16 16:25 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

11. mars 2019 varð Almannaverkið kært av Pedagogfelagnum fyri starvsfólkamál um Hildur Hermansen, sum endaði við at fráfaringaravtala varð gjørd ímillum Hildur og Almannaverkið. Ítøkiliga varð kært um handfarðingina av málinum hjá Hermanni Mortensen, sum var leiðari hjá Hildur Hermansen.

5. apríl fekk Pedagogfelagið niðurstøðu sendandi Almannaverkinum. Almannaverkið segði í niðurstøðuni, at tey ikki mettu nakað var at finnast at "løgfrøðiliga í handfaringini hjá depilsstjóranum Hermann Mortensen av málinum." 

Afturat innanhýsis kanning í Almannaverkinum, hevði Almannaverkið biðið Annfinn V. Hansen, advokat, gera eina kanning av málinum. Tann kanningin er partur av grundgevingini fyri niðurstøðuni hjá Almannaverkinum um, at onki løgfrøðiliga skeivt er farið fram. 

Men innlit, sum Portalurin hevur fingið, vísir, at týdningarmikil fundarfrásøgn var ikki við í viðgerðini hjá Annfinni V. Hansen advokati. 

Annfinn hevði ikki øll skjøl 
Portalurin fekk innlit í niðurstøðuna og kanningina hjá Annfinni V. Hansen 5. apríl, sama dag, sum hon varð send Pedagogfelagnum. 

Kanningin legði serligan dent á fyrru hálvu av starvsfólkamálinum hjá Hildur Hermansen, tá hon í 2018 varð kallað til fundar og biðin um at fara heima at halda frí. Hon misti telefonnummar og teldupost sama dag. Eftir at advokatur og fakfelag kom inn í málið, varð hon tó sett aftur í starv og fekk lovað uppbakning frá Almannaverkinum. Men sjey mánaðar seinni, 22. januar í 2019, fær Hildur Hermansen aftur at vita, at hon ikki kann vera leiðari fyri Eind 10 longur. Hesa ferð varð hon kallað til fundar við hálvum øðrum tíma freist. 

[object Object]Úr starvsfólkahandbókini hjá Almannaverkinum. (Mynd: av.fo) 

Portalurin søkti 8. apríl um innlit í skjølini, sum Annfinn V. Hansen hevði brúkt til at gera sína kanning. Og í innlitinum sæst, at Annfinn V. Hansen ikki hevði fundarfrásøgnina, sum Christian Andreasen, advokatur hjá Hildur Hermansen, skrivaði um fundin 22. januar, tá Hildur aftur fekk at vita, at hon ikki skuldi verða leiðari á Eind 10 longur. Hinvegin er ein frásøgn frá Hermanni Mortensen, depilsstjóra, við í skjølunum, sum Annfinn V. Hansen hevur havt at gera kanningina við. 

Almannaverkið sigur í telduposti til Portalin í dag, at grundin er, at Christian Andreasen ikki sendi fundarfrásøgnina til Almannaverkið fyrr enn 25. mars. Annfinn V. Hansen fekk arbeiðssetning frá Almannaverkinum 19. mars og longu varð liðugur 22. mars, hóast partarnir í málinum ikki fingu niðurstøðuna fyrr enn 5. apríl. Tí hevði Almannaverkið ikki fingið fundarfrásøgnina fyrr enn eftir kanningina. Eftir stendur tó, at uttanhýsis óhefta kanningin hjá Annfinni V. Hansen er gjørd, uttan at týdningarmikið skjal var í málinum. 

Stórur munur á frásøgnunum 
Tá Pedagogfelagið kærdi Almannaverkið og depilsstjóran hjá teimum, varð víst á fleiri viðurskifti í starvsfólkamálinum hjá Hildur Hermansen. Pedagogfelagið kallaði framferðina ólógliga og brot á nærum allar reglur. 

- Á fundinum 22. januar 2019, tá umboð fyri Føroya Pedagogdelag var við á fundinum, varð sagt beinleiðis við Hildur, at hon var uppsøgd, at telefonin hjá henni var stongd og at hennara teldupostadressa eisini varð tikin frá henni sama dag. Hon kundi fáa loyvi til, saman við hjásita, at rudda sína skrivstovu, skrivar Pedagogfelagið millum annað í kæruni. 

[object Object]
Annfinn V. Hansen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) 

Og tað tykist verða stór ósemja um, hvat hendi á fundinum 22. januar 2019. Í fundarfrásøgnini, sum Christian Andreasen hevur skrivað, men sum Annfinn V. Hansen ikki hevði til kanningina hjá sær av málinum, skrivar Christian Andreasen, at tað, sum er farið fram á fundinum "de facto" er ein suspendering. Á fundinum verður Hermann Mortensen siteraður fyri at siga, at Hildur Hermansen ikki kann vera leiðari á Eind 10 longur, men hann sigur seg ikki vilja inn í "polemik" um, hvat hetta starvsfólkarættarliga merkir. 

Men Hermann Mortensen hevur sjálvur skrivað fundarfrásøgn, sum Annfinn V. Hansen hevur havt við í viðgerðini. Hann sigur, at Hildur varð biðin um at halda frí til onnur boð komu. 

- Eg greiddi henni somuleiðis frá, at eg rørdi ikki hennara setanarviðurskiftir, tí tað hevði eg ikki heimild til, tí hon er tænastumaður, tað bert er Landsstýrið, sum kann taka avgerð um hennara setanarviðurskiftir og at málið var sent til landsstýriskvinnuna, sigur Hermann Mortensen millum annað í fundarfrásøgnini. 

Og niðurstøðan hjá Annfinni V. Hansen er, at ongin formlig krøv eru galdandi, tí Hildur Hermansen einans varð biðin um at fara heim at halda frí, til onnur boð verða givin.

Men í fundarfrásøgnini hjá Christiani Andreasen frá 22. januar verður dentur lagdur á, at tey ikki vita hvat er hent Hilduri Hermansen á fundinum, tí ongin grundgeving verður givin fyri, at hon ikki skal møta til arbeiðis og at Hermann Mortensen sigur seg ikki vilja inn í "polemik" um hetta við Christian Andreassen. Víst verður eisini á, at Edvard Heen hevur sent skriv um Hildur Hermansen til Eyðgunn Samuelsen dagin fyri, uttan at Hildur Hermansen hevur havt møgulleika at síggja tað. Hendan fundarfrásøgn tó ikki við í kanningini, sum altso kemur til niðurstøðuna, at onki galið er farið fram í málinum. 

- Niðurstøðan er sostatt tann, at ongin formlig krøv eru galdandi, tá givin verða tænastuboð um ikki at møta til arbeiðis, meðan málið verður kannað, skrivar Annfinn V. Hansen í niðurstøðu síni. 

Portalurin hevur í fleiri dagar roynt at fingið fatur í Annfinni V. Hansen. Vit hava bæði ringt og sent sms, men enn hevur tað ikki eydnast. Vit høvdu vilja spurt hann um, hvat tað merkir fyri kanningina, at fundarfrásøgnin frá advokatinum hjá Hildur Hermansen ikki var við í viðgerðini av málinum. 

Portalurin hevur í hesum málinum eisini roynt at fáa samrøðu við Eyðgunn Samuelsen í lag, tí tað var hon sum at enda gjørdi avtaluna við Hildur Hermansen. Eyðgunn Samuelsen hevur í fleiri førum sagt, at hon ikki vil gera samrøðu um - ella hevur viðmerkingar til - starvsfólkamál. 

Portalurin hevur eisini verið í sambandi við Biritu H. Jacobsen, sum var á fundinum 22. januar fyri Pedagogfelagið. Hon sigur seg taka fult undir við frásøgnini hjá Christiani Andreasen um, hvat fór fram á fundinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder