Innanlands

Málið um tíðindaleiðaran: Mentamálaráðið bað advokat hyggja at kæruni

Menamálaráðið hevur brúkt 53.750,00 krónur uppá advokathjálp í málinum um tíðindaleiðaran í KVF. Ikki vanligt at Mentamálaráðið brúkar løgfrøðing, sum ikki arbeiðir í húsinum

Mentamálaráðið hevur brúkt 53.750,00 krónur uppá løgfrøðiliga ráðgeving í málinum um Liljuna Weihe

Mentamálaráðið hevur brúkt 53.750,00 krónur uppá løgfrøðiliga ráðgeving í málinum um Liljuna Weihe

2018-10-09 15:23 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Portalurin hevur fingið alment innlit í rokning hjá Mentamálaráðnum, sum vísir at tey hava brúkt løgfrøðiliga ráðgeving til málið um tíðindaleiðaran. Samanlagt hevur Mentamálaráðið brúkt 53.750,00 til advokat fyri at hyggja málið ígjøgnum, áðrenn endalig avgerð varð tikin í málinum. 

- Vit hava í hesum førinum latið ein løgfrøðing, við sera góðum innliti í starvsfólkarætt fara alt málið ígjøgnum. Tað er Gunn Ellefsen, advokatur, sum Mentamálaráðið hevur fingið eina "second opinion" frá, áðrenn endalig avgerð varð tikin í málinum, greiðir aðalstjórin í Mentamálaráðnum, Poul Gert Hansen, frá í telduposti. 

Les eisiniHetta hevur málið kostað Kringvarpinum 

Talan er um einstaka rokning, ið er goldin 15. august, áleið tvær vikur áðrenn seinasta avgerðin varð tikin í málinum, tá Mentamálaráðið heimsendi málið um uppsøgn av tíðindaleiðaranum til nýggja viðgerð í Kringvarpinum. 

Ikki vanlig mannagongd 
Sambært málaráðnum er ikki vanligt at brúka uttanveltaða ráðgeving, men tey siga tó, at tað heldur ikki er óvanligt, at tað verður gjørt í serligum málum. 

- Tað er ikki óvanligt at vit, í serstøkum førum, biðja ein uttanhýsis løgfrøðing meta um eitt mál, sum er viðgjørt í ráðnum, fyri á henda hátt at tryggja løgfrøðiliga innihaldið, greiðir aðalstjórin í Mentamálaráðnum frá í telduposti til Portalin. 

Nýggj kæra er send Mentamálaráðnum, eftir at Liljan Weihe aftur fekk uppsagnarskriv. Sigmund Poulsen, advokatur hjá Liljuni, hevur tó hesa ferð biðið um, at Mentamálaráðið ikki viðgerð kæruna, tí hann metir at stovnurin ikki er gegnigur. 

Les eisini: Vilja ikki hava Mentamálaráðið at viðgera kæruna 

Kringvarpið hevur, eins og vit skrivaðu 2. oktober, brúkt 150.000 krónur til advokat. Hendan upphæddin er tó ikki endalig, tí málið sum kunnugt ikki er komið at enda enn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder