2019-03-04 10:25
- Sagt verður frá, at Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur avgjørt at geva kæruni steðgandi virknað.
Soleiðis stendur skrivað í telduposti sendur Kringvarpi Føroya mikudagin í síðstu viku. Hetta merkir at Kringvarpið ikki kann søkja eftir nýggjum tíðindaleiðara, meðan málið verður viðgjørt.
Niðurstøðan kemur, fýra mánaðir eftir, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið fekk málið um hendi. Sigmund Poulsen, advokatur hjá Liljuni Weihe, bað beinavegin um, at kæran skuldi fáa steðgandi virknað.
Niðurstøðan kemur ikki dátt við, hini kærumálini hjá Liljuni Weihe hava havt steðgandi virknað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald