Sigmund Poulsen og Liljan Weihe hava kært nýggjastu uppsøgnina av Liljuni Weihe til Mentamálaráðið. Hetta er eftir at Liljan Weihe fekk fjórða uppsagnarskrivið frá Kringvarpinum fríggjadagin í síðstu viku.
Í kæruni krevur Sigmund Poulsen, at Mentamálaráðið ikki er kærumyndugleiki í málinum, tí hann metir stovnin vera ógegnigan eftir niðurstøðuna í tí fjórða og fyrsta kærimálinum hjá fyrrverandi tíðindaleiðarinum á Kringvarpinum. Hann vísir á, at Mentamálaráðið í seinasta kærumálinum hevur ráðgivið Kringvarpinum í, hvussu uppsøgnin av Liljuni kann fara fram.
- Við støði í teimum upplýsingum, sum fyriliggja í málinum, verður í útgangsstøðinum mett, at ein møgulig ætlan hjá KVF um at siga kæraran úr starvi sum ”Leiðari fyri Aktuelt” og samstundis bjóða henni eitt annað hóskandi starv, helst hevði verið eitt proportionalt stig at tikið sæð í ljósinum av staðfestu brotunum, stóð skrivað í niðurstøðuni frá Mentamálaráðnum 14. august í ár.
Tey heimvísa kæruni hjá Kringvarpinum, tí fyrisitingarliga mannagongdin hevur verið skeiv, men siga samstundis, at tað helst hevði verið eitt proportionalt stig at flutt Liljuna í annað starv, um tað varð gjørt á rættan hátt. Fjúrtan dagar seinni fekk Liljan fjórða uppsagnarskrivið við tilboði um nýtt starv, júst sum Mentamálaráðið vísir á hevði verið møguligt.
Vánaligur leiðsluatburður ikki millum upprunaligu orsøkirnar
Sigmund Poulsen vil eisini vera við, at Mentamálaráðið óheimilað hevur viðgjørt ymiskt viðurskifti í samband við kæruna av fyrsta uppsagnarmálinum, sum onki høvdu við upprunaligu uppsagnina at gera. Hann sigur, at Johnny í Grótinum í fyrsta uppsagnarskrivinum sigur, at onki hevur verið galið við arbeiðinum hjá Liljuni, men at uppsagnargrundin er illoyalitetur.
Hóast hetta kemur Mentamálaráðið til ta niðurstøðu, at Liljan Weihe ikki hevur framt rættan leiðsluatburð. Í teimum næstu uppsagnarskrivinum eru orsøkir um vánaligan leiðsluatburð nevndar ímillum uppsagnargrundirnar. Tí heldur Sigmund Poulsen eisini, at Mentamálaráðið hevur viðgjørt viðurskifti uttanfyri heimildinar hjá sær sum kærumyndugleiki í sambandi við fyrstu uppsagnina og verið orsøkin til nýggjar uppsagnargrundir. Hann vísir á, at tað er undarligt, at vánaligur leiðsluatburður ikki var ímillum upprunaligu grundirnar, um tað var tað seinni.
Vil hava Løgmansskrivstovuna sum kærumyndugleika
Sigmund Poulsen vísir í kæruni eisini á, at hann kærdi síðstu niðurstøðuna hjá Mentamálaráðnum til Løgtingsins Umboðsmann og sendi kæruna til Løgmansskrivstovuna. Løgtingsins Umboðsmaður helt tað ikki vera rætt at viðgera málið, tá tað ikki var liðugt enn, og Løgmansskrivstovan eisini hevði fingið kæruna.
Nú vil Sigmund Poulsen hava Løgmansskrivstovuna sum kærumyndugleika í málinum.
- Á hesum grundarlagi er tað mín áskoðan, at MMR er ógegnigt at virka sum kærumyndugleiki í hesum máli, sum eg nú komi við, sigur hann millum annað og leggur afturat, at hann heitir á Mentamálaráðið um at lata kærumálið frá sær, og alternativt heitir hann á Løgmann um at taka viðgerðina úr hondum Mentamálaráðsins, sigur hann í kæruni.
Portalurin hevur fingið innlit í kæruna, sum varð send Mentamálaráðnum sunnukvøldið. Meira verður at lesa um málið seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald