Mentan

Málningaframsýningin 50 ár á baki

Seinnapartin í dag verður ein serlig hátíðarløta í Miðstaðarlundini í Fuglafirði.

2019-06-24 07:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Málningaframsýningin á Varmakeldu fyllir 50 ár í ár, og í hesum sambandi er skipað fyri stórfingnari listaframsýning í Fuglafirði. Í dag verður “fernisering” við talum og tónleiki í Miðstaðarlundini. Øll, bæði stór og smá eru hjartaliga vælkomin, og møguleiki verður eisini at keypa sær okkurt etandi.

Fuglafjarðar Hornorkestur fer at spæla á tiltakinum, og røðarar vera Sonni á Horni, borgarstjóri, og Frits Johannesen, stigtakari.

Ein arbeiðsbólkur hevur í longri tíð, saman við Frits Johannesen, arbeitt við at fáa hesa listaframsýning upp at standa. Arbeiðssetningurin var: 50 ár, 50 listafólk og meir enn 5 støð. Hesin setningur er náddur, og í morgin eftir ferniseringina lata seks støð runt um í Fuglafirði dyrnar upp, har bæði kend og minni kend listafólk, leik og lærd, sýna fram sína list. Tað, sum hesi fólkini hava til felags, er, at onkur ættartráður á onkran hátt flættast til Fuglafjørð so ella so.

Tvær spennandi undansýningar hava longu verið fyrr í hesum mánaðinum. Tann fyrra var ein afturlítandi framsýning við teimum gomlu, sum løgdu lunnar undir og byrjaðu við hesum sýningunum í 1969. Hin var ein framsýning við verkætlanum hjá arkitektum, sum eisini hava tilknýti til Fuglafjørð.

Hesar báðar framsýningarnar verða at síggja í fimleikarhøllini í Fuglafjarðar skúla á Varmakeldu.

Í sambandi við fimmtiárahaldið er gjørd ein hátíðarplakat, sum kann keypast í Piddasahandli.

Fyrireikararnir vóna at síggja nógv fólk til tiltakið í dag kl. 17 – og eisini til framsýningarnar, sum verða at síggja heilt fram til 8. juli.

Meira á ribarhus.fo 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder