Í døgunum 1.-5. oktober skipar Tórshavnar kommuna fyri Diversity week. Endamálið við Diversity week er at varpa ljós á mentanarliga fjølbroytni í býnum og styrkja millummentanarliga huglagi millum fólk, skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðu sína.
Í hesum døgum verður nógv ymiskt á skránni.
Á skránni 3. oktober er m.a. málráðstevna um námsfrøðilig amboð og tilvitan innan vaksnamannaundirvísing í føroyuskum sum fremmandamál.
Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur og vitan innan málnámsfrøði og vaksnamannaundirvísing. Ítøkiliga er málið at varpa ljós á tørvin á at menna undirvísingina í Føroyskum sum fremmandamál til vaksin, ið eru fleirmælt.
Skráin fyri ráðstevnuna sær soleiðis út:
9:15 Vælkomin
9:30 Karolina Matras – námslektari á Fróðskaparsetrinum og føroyskur limur í Alfa Ráðnum
Hugleiðingar um undirvísing í føroyskum sum fremmandamál fyri tilkomnar útlendingar
10:00 Janne Aggerholm – deildarstjóri, CLAVIS málskúli í Helsingør
Gerandisdagurin og námsfrøðiligar mannagongdir á CLAVIS
(Hverdagen og den pædagogiske praksis på CLAVIS)
11:15 Kaffisteðgur
11:30 Søren Cardel Lindskrog – undirvísari á KVUC og lærubóksrithøvundur
Frálærufrøði og háttalag. Amboð til frálæru av fleirmæltum vaksnum
(Didaktik og metode. Redskaber i undervisning af voksne tosprogede)
12:45 Matarsteðgur
13:30 Birgit Henriksen – professari við Universiteti í Keypmannahavn
Sambandið millum málnámsfrøðiliga vitan og frálæruhættir
(Sammenhængen mellem sprogpædagogisk viden og undervisnings praksis)
14:45 Kaffisteðgur
15:00 Pallborðskjak – Jón Brian Hvidtfelt er orðstýrari.
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevnd Føroya løgtings, og Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum kjakast um:
Hvussu tryggja vit eina dygdargóða undirvísing í føroyskum, sum fremmandamál til tilflytarar okkara?
16:00 Takk fyri í dag.
Framløgurnar og pallborðskjakið verður á føroyskum og donskum.
Málráðstevnan er ókeypis og fyri øll, tó er umráðandi at boða frá luttøku.
Skráin fyri Alla vikuna sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald