Oyggjalandið Malta, sum liggur heilt suðuri í Miðjarðarhavinum millum Sikiloy og afrikanska meginlandið er ikki bara ein oyggj. Talan er um fleiri oyggjar, har fólk býr á trimum.
Høvuðsoyggin er Malta, men á oynni Gozo, sum liggur í ein útnyðring úr Malta búgva oman fyri 30.000 fólk, og nógv teirra ferðast hvønn dag um sundið millum oyggjarnar fyri at arbeiða ella lesa á høvuðsoynni.
Trupulleikar við bíðing eftir at sleppa við einum av teimum fýra ferjunum, sum allan dagin sigla millum býirnar Mgarr á Gozo og Cirkewwa á Malta, hava nú fingið maltesiskar røddir at heita á politikararnar um at hyggja eftir hvussu føroyingar loysa avbjóðingar á samferðsluøkinum.
Miðilin Malta Today hevði í vikuni grein um trupulleikan við at sleppa yvir sundið, eisini hóast ein fjórða ferja júst er sett inn.
Nú er tað ein undirsjóvartunnil, sum vinnan á Gozo ynskir
Ein talsmaður fyri at fáa tunnil undir Gozo sundið er Joe Ellis, advokatur á Gozo, sum ferðast nógv millum oyggjarnar í arbeiði sínum.
Hann hevur sett seg inn í samferðsluviðurskiftini í Føroyum, og undrast yvir, hví Malta ikki kann seta gongd á eina slíka verkætlan, tá Føroyar við hálvthundraðtúsund fólkum longu hava bora tann triðja tunnilin í gjøgnum og eru farin undir tann fjóra.
- Eg fari at biðja øll um at venda eyguni móti Føroyum og síggja, hvussu 50.000 íbúgvar eru førir fyri binda oyggjarnar saman. Føroyingar prógva, at ein tunnil millum Malta og Gozo er gjørligur, sigur hann við Malta Today.
Ein tunnil millum høvuðsoyggjarnar í Malta hevði verið 13 kilometrar langur. Núverandi føroysku undirsjóvartunnlarnir eru ávikavist 7,1 og 10,6 kilometrar.
Knapt 500.000 fólk búgva tilsamans í Malta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald