- Eg havi seinastu átta árini havt ein son, sum er fjølbrekaður, og havi upplivað nógv, sum ikki hoyrir heima í okkara tíð, men hetta er eitt tað grovasta og havi upplivað.
Orðini eigur 28 ára gamla Barba Sandá Nielsen úr Vági, sum hevur ætlanir at fara víðari á lestur. Hetta kann gerast trupult.
- Eg eri mamma at einum fjølbrekaðum barni, Adrian átta ár. Í gjøgnum hesi átta árini havi eg verið vitni til nógv. Tað er nógv, eg havi staðið modell til sum hevur fingið meg at gráta. Fund aftaná fund við Almannaverkið, har eg siti vaksin og gráti framman fyri vaksnum menniskjum, sum nokta mær og soninum púra vanlig livikorð. Adrian er fjølbrekaður vegna menniskjafeil - ikki at tað skuldi gjørt nakran mun, tí ein fjølbrekaður borgari hevur rætt til hjálp óansæð hvussu hann bleiv fjølbrekaður. Men eg siti við einari kenslu av, at verða svikin av okkara landi. Okkara politikkarum, ið frívililiga hava stillað seg á odda og lovað okkum gull og grønar skógir upp undir hvørt val. Okkara politikkarar, sum hava valt at vera ein rødd fyri tey, sum ikki sjálvi kunnu tosa fyri seg. Men kortini vísir tað seg, at tey sum rópa harðast vera hoyrd. Í meðan fella hini í millum, sum ikki megna at rópa hart.
- Eg eri so troytt av at greiða vaksnum fólki frá, hví mítt barn hevur rætt til sama lívið sum tú og eg. Eru vit Ikki í 2023? Eg eri byrjað í skúla í Havn. Eg vil sjálvsagt hava sonin við norður. Hatta er mítt barn. Eg havi søkt um at fáa hann fluttan úr Vági til onkustaðni norðanfjørðs, har tað er koyrandi til Havnar. Hetta so, at vit kunnu brúka so nógva tíð saman sum gjørligt.
Soleiðis byrjar Barba Sandá Nielsen eitt drúgt uppslag á Facebook, sum er farið í umferð.
- Almannaverkið hevur sett mær tvey ótrúliga óvirðilig val. Antin kann eg velja at steðga lesnaðinum, so eg kann vera saman við soninum, ella kann eg flyta norður uttan hann, sigur Barba Sandá Nielsen.
Barba Sandá Nielsen greiðir frá, at hon hevur gjørt alt fyri at fáa tað at bera til, soleiðis at hon kann fara undir lestur og hava sonin við sær.
- Hetta eru ræðuligur møguleikar. Eg skrivaði til Djóna N. Joensen og Sirið Stenberg. Djóni svaraði, men bað meg venda mær til Sirið. Eg skrivaði til Sirið samtíðis sum eg skrivaði til Djóna. Eg fekk onki svar, og eg sendi síðani ein rykkjara. Framvegis onki svar.
Víðari sigur Barbá, at hesar møguleikar hevði ein mamma ikki fingið, um barn hennara ikki var fjølbrekað.
- Í dag verður tað lagdur dentur á, serliga tá talað verður um samkynd-foreldur, at børn hava tørv á bæði mammu og pápa sínum. Men her standi eg, meðan somu fólk og Almennaverkið fortelja mær, at eg má hugsa um meg sjálva og gera hvat er best fyri okkum. Og tað er at skilja okkum sundur, eftir teirra tykki. Er hetta ikki mótsigandi? Eg haldi, tað er ræðuligt, at tey loyva sær at sita og viðgera hetta aftan fyri afturlætnar dyr, har tey koma til hesa niðurstøðu. Hvat eru teirra argument fyri, at hetta á nakran hátt er gott fyri Adrian? Tá eg tosaði við tey, løgdu tey stóran dent á hølini her í Vági og starvsfólkini. Eru hettar góðar nokk orsøkir til at mamma og barn ikki skulu vera saman? Ella er hetta góð nokk orsøk til at siga, at eg ikki skal taka útbúgving? Eg eri hjálparleys her, eg fái ikki so mikið sum betalt meg úr hesum trupulleikanum. Eg kann ikki seta orð á ta kensluna. Og tá hetta snýr seg um pengar, so kennist alt meiningsleyst. Eg skilji væl, at man arbeiðir innan fyri eina fíggjarætlan, men har sum ketan loypur av hjá mær er, at tað er her man velur at spara.
- Tað pínur meg, at eitt ein so stórur stovnur sum Almannaverkið ikki dugir at síggja Adrian líka sum eg geri. Hann er fullstendiga perfektur á hansara egna hátt. Og hann fekk eina harða byrjan uppá lívið. Mín meining er, at vit skylda honum eisini eitt gott og virðiligt lív. Og eg kann gott undirskriva, at skilja hann frá mammu síni hevði ikki veri gott fyri hann.
Til endans sigur Barba Sandá Nielsen í uppslagnum, at hon ivast í, um fólk veruliga vita hvussu illani tað stendur til í dag, og um so er, so vónar hon veruliga at meira dentur verður lagdur á hetta.
- Eg verið í dag sum 28-ára gomul noktað at taka mær eina útbugving, og Adrian er noktaður at flyta úr Vági. Her eru nógv brot á ST-sáttmálan hjá teimum, ið bera brek. Hetta er eisini brot á barnarættindasáttmálan - men ongin leggur í, vil Barba Sandá Nielsen vera við.
- So vit mugu bara góðtaka okkara lagnu, endar Barba Sandá Nielsen sítt uppslag á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald