Ein útlendsk kvinna við trimum børnum er í vanda fyri at verða útvíst úr Føroyum um hon verður funnin sek í ákærunum móti henni um at hava roynt at skaða fyrrverandi mann sín.
Rættarfundur var í allan gjár, ein tíma fyrrapartin í dag og fundurin verður tikin uppaftur seinnapartin.
Kvinnan er ákærd fyri skilaleysa koyring, harðskap og fyri at hava roynt at sett eld á húsini hjá manninum.
Umframt ákærdu kvinnuna eru sjey vitni førd fram fyri rættin at greiða frá tilburðunum, sum fóru fram tíðliga í summar.
Samvera við svartsjúku
Útlendska kvinnan, føroyski maðurin og tey trý børnini hjá kvinnuni búðu í húsunum hjá manninum. Men trupulleikar vóru við hjúnalagnum, ið var merkt av svartsjúku, og avgerð var framman undan hesum tilburðinum – eitt nú i samráð við barnaverndartænastuna á staðnum – at kvinnan og børnini skuldu flyta út. Kommunan hevði funnið teimum eina íbúð at búgva í.
Henda sunnudagin hendir tað, at kvinnan í sínum bili sær mannin koyra í sínum bili, og fær illgruna til at ein vinkona mannin, sum kvinnan heldur hann vera ótrúgvan við, er í bilinum. Hon roynir at koyra út fyri bilin, men maðurin fær snúgvað seg undan og koyrir burtur.
Men kvinnan koyrir aftaná og eltir bilin ein langan tein. Sambært ákæruritinum, rendi kvinnan tvær ferðir upp í afturpartin á bilinum áðrenn maðurin triðju ferð koyrir út av vegnum. Hetta hendi, tá kvinnan, í eini roynd, sum líkist eini yvirháling, rendi inn í síðuna á bilinum, so at hesin snaraði runt fleiri ferðir á vegbreytini og endaði í vegjaðaranum.
Vísir ákærunum aftur
Kvinnan vísir øllum ákærunum aftur. Greiddi í rættinum frá, at tey høvdu eina avtalu um at ganga ein túr saman við børnunum, og at hon tí koyrdi aftan á manninum. Tá maðurin einaferð setir ferðina niður, ætlar hon at yvirhála, men leggur merki til, at mótkoyrandi bilur er á vegnum, og má tí venda innaftur, og rennir tá saman við manninum.
Kvinnan rýmdi frá staðnum og koyrdi víðari uttan at kanna eftir, hvat var hent við teimum, sum vóru í bilinum. Í bilinum vóru maðurin, ein kvinna, ið hann kennir og tveir synir hennara. Fólkaskaði var ongin.
Illstøða og eldsáseting
Eftir henda tilburðin, heldur dramatikkurin fram. Tá kvinnan kemur til hús, stendur maðurin fyri henni og vil ikki hava hana innar. Sambært ákæruni skal hon í illstøðuni, sum stóðst, hava roynt at slongt eina tasku við einum tungum steini í, eftir manninum, men rakti ikki. Kvinnan sigur hinvegin, at tað var maðurin, sum brúkti taskuna til at skumpa hana út úr húsunum aftur.
Løgreglumenninir, sum tá gjørdu tekniskar kanningar av ”ferðsluóhappinum”, vórðu tilkallaðir og støðan sissaðist. Barnaverndin varð eisini tilkallað, og endin var, at kvinnan og børnini tóku síni ting, ið longu vóru pakkað, og fluttu út úr húsunum.
Nakað eftir at tey vóru farin, kennir maðurin brendaroyk. Eftir eina løtu staðfestir hann, at eitt tendrað kertuljós stendur undir seingini í einum kamari og nærum hevur sett eld á songina. Hann boðar løgregluni frá á triðja sinni henda dagin, tí hann er sannførdur um, at tað er kvinnan, ið vil honum ilt, og hevur havt ætlanir um at seta eld á húsini.
Kvinnan segði í rættinum, at hon einki hevur við hetta at gera, men at tað møguliga var ein dóttur, ið hevði fjalt seg undir seingini, sum hevði gloymt at sløkkja ljósið aftur.
Noktar seg seka
Kvinnan noktar seg sostatt seka í øllum ákærunum.
Seinnapartin verður rættarfundur uppafturtikin, og ákærin og verjin fara at koma við sínum umrøðum av málinum.
Tá ákæruritið varð lisið upp, boðaði ákærin frá, at ákæruvaldið fer at krevja kvinnuna fongslaða og eisini vísta úr landinum.
Galdandi útlendingalóggáva gevur heimild at vísa útlendingum av landinum, um tey verða dømd fyri brot á revsilógina.
Í útgangspunkt skal talan vera um fýra ára treytaleysa fongssulsrevsing fyri eitt brot ella tvey ára fongsul fyri fleiri brot á revsilógina. Hetta er galdandi fyri útlendingar, sum hava verið í landinum í sjey ár ella meira. Fyri útlendingar, ið hava verið her í trý ár ella meir, er talan um fongsulsrevsing á ávikavist tvey og eitt ár.
Skuldsetta kvinnan hevur búð í Føroyum í umleið fýra ár.
(Greinin broytt klokkan 16.03 so at tað framgongur meira greitt, at talan er um gift hjún. Maðurin og kvinnan eru nú sundurlisin - separerað)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald