Mamman hjá Osama Bin Laden, fyrrverandi leiðara í Al-Qaeda, hevur gjørt samrøðu The Guardian, sjeyð ár eftir at sonurin doyði. Hon sigur millum annað, at sonurin var ein smæðin og friðaligur drongur, men at hann varð heilavaskaður tá hann fór á universitet.
- Hann møtti nøkrum fólkum, sum í grundini heilavaskaðu hann tíðliga tjúgunum. Tú kann kalla tað eina kult, sigur Alia Ghanem, mamman hjá yvirgangsmanninum, sum stóð aftanfyri 11. septembur atsóknina í 2001, sum kostaði 2.996 mannalív.
Mamman sigur, at síðstu feðr tey sóu Bin Laden var í 1999, tvey ár áðrenn atsóknina í 2001. Tá var hann longu undir illgruna fyri at vera yvirgangsmaður, eftir at hann flutti til Afganistan í 1980 fyri at berjast ímóti russisku innrásini.
- Vit vóru ógvuliga ill. I vildi ikki hava, at nakað av hesum hendi. Hví skuldi hann kasta alt vekk soleiðis, greiðir hon millum annað frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald