
Mammuhjálpin er ein nýggjur hjálparfelagsskapur, ið er settur á stovn fyri at veita ráðgeving, hjálp og stuðul til barnakonur og familjur kring landið.
Í kunningarskrivi, sum er sent út til miðlarnar, verður tað lýst sum ein non-profit felagsskapur, ið er drivin av sjálvbodnum arbeiði, og at Mammuhjálpin veitur bráðfangis ráðgeving til tey, ið umhugsa fosturtøku og har gerandisdagurin tykist trupul.
Sambært skrivinum er talan um eitt netverk av persónum, ið ynskja at vera stuðulspersónar hjá barnafamiljum og gera gerandisdagin lættari. Hetta kann til dømis verða hjálp við barnaansing, húsligt arbeiði o.s.fr. Tilknýtni er eisini til ein sosialráðgeva, og eru tí før fyri at veita vegleiðing í almennum skipanum.
Talan er um ein hjálparfelagsskap, ið er settur á stovn undir felagskapinum Føroya Pro Vita, sum lýsir sítt høvuðsendamál at vera at verja lív
- Okkara endamál er at virka fyri, at gerandisdagurin hjá tí føroysku barnafamiljuni verður lættari, og at ongin kvinna í Føroyum skal føla seg noyddan at velja fosturtøku vegna væntandi hjálp, skrivar Mammuhjálpin í kunningarskrivinum
Mammuhjálpin hevur eina telefonlinju, sum er opin mánadag til hósdag kl 19-22. Eisini er møguleiki fyri kjatti og upplýsing á heimasíðuni, mammuhjálpin.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald