Framtakið fyri rættinum at velja kannabis manglar nú undir 100 undirskriftir fyri at sleppa at stilla upp til næsta løgtingsval.
Tað sigur Arnfinn Á Birtuni, eftir at hava verið úti og savna undirskriftir í Havn í dag.
- Tað gekk ordiliga væl í dag, vit fingu eini 60 undirskriftir, sigur hann í samrøðu við Portalin.
Flokkurin gekk runt í einar fýra tímar og savnaðu inn undirskriftir, og eisini vóru nógv fólk, sum ynsktu at práta við teir um arbeiðið hjá teimum.
- Tey flestu kendu onkran, sum hevur brúk fyri kannabis sum heilivág, og summi kendu ongan, men kortini dugdu tey at síggja, at har eru fólk, sum hava tørv á tí, sigur Arnfinn Á Birtuni.
Les eisini: - Fólkið vil hava medisinskt kannabis
Sum nú er hevur flokkurin bert tvey valevni, Arnfinn á Birtuni og Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, men tey hava samband við fleiri, sum eru áhugað í at stilla upp fyri tey, og tey fara væntandi at kunngera onnur valevni í næstum, sigur Arnfinn Á Birtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald