Framtakið fyri rættinum at velja kannabis manglar nú bert heilt fáar undirskriftir fyri at kunna stilla upp til løgtingsvalið.
- Okkum mangla eini 100-200 undirskriftir, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, formaður, við Portalin.
Flokkurin hevur til endamáls at legalisera kannabis. Fyrsta málið hjá flokkinum er at gera kannabis loyvt sum heilivág, men seinni ætla tey at arbeiða við at gera kannabis frítt til annað brúk eisini.
Tá flokkurin savnaði inn undirskriftir á ólavsøku í fjør, gekk tað øgiliga væl. Tá fingu tey uml. 300 undirskriftir. Eisini hava tey verið aðrastaðni og savnað inn undirskriftir, eitt nú í Klaksvík, men tá gekk tað minni væl.
- Eg haldi vit fingu eini 10 undirskriftir, tá vit vóru í Klaksvík, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus.
Sambært løgtingslóg um val til Løgtingið skal ein flokkur hava í minsta lagi 800 undirskriftir fyri at kunna stilla upp. Um flokkurin nær at koma á mál áðrenn næsta løgtingsval, torir hann ikki at siga.
- Sum skilst skulu undirskriftirnar ikki vera eldri enn eitt ár, annars verður neyðugt at savna tær inn á nýggjum, sigur hann.
Flokkurin ætlar at fara út at savna inn fleiri undirskriftir í miðbýnum í Havn í morgin.
Sum nú er, hevur flokkurin tvey valevni, Hallur Hjalgrímsson Djurhuus og Arnfinn á Birtuni, men tey hava samband við fleiri onnur møgulig valevni.
- Vit hava samband við eini 2-3 fólk, men tey vilja ikki taka eina avgerð, áðrenn tað er greitt, at flokkurin sleppur at stilla upp til val, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald