Manningin umborð á amerikanska Lockheed C-130 Hercules flogfarinum, sum seinnapartin 5. august fleyg lágt niðan gjøgnum Nólsoyarfjørð og inn gjøgnum Skálafjørð kendu ikki til kravið um, at boða frá slíkum flúgvingum frammanundan.
Hetta skrivar amerikanska sendistovan í Keypmannahavn í svari til fyrispurning frá Danmarks Radio. Danski miðilin viðgerð hendingina í grein á heimasíðuni í gjárkvøldið eftir at Sjúrður Skaale fólkatingslimur hevur spurt danska verjumálaráðharran um hendingina.
Les eisini: Danskur ráðharri: Eingin kunning um herflogfarið
Jens Wenzel Kristoffersen, orlogskapteynur og hernaðargreinari á Keypmannahavnar Universiteti, Esben Salling Larsen, majorur og greinari hjá verjumálaráðnum og Hans Peter Michaelsen, sum arbeiðir sjálvstøðugt, meta eisini, at talan má hava verið um gloymsku.
Teir vísa á, at talan ikki er um brot á danskt loftrúm, tí flogfør hjá Nato-londunum hava standandi loyvi til at flúgva inni í loftrúminum hjá hvørjum øðrum.
Sjúrður Skaale, sum setti fram spurningin á fólkatingi, sigur sambært dr.dk, at hendingin ikki er tann stóri trupulleikin, men dugir ikki at síggja nakra orsøk til at ræða fólkið í Føroyum við ikki at kunna myndugleikarnar um, hvad hendir beint uppi yvir høvdinum á teimum. Føroyingar eiga at verða fráboðaðir, tá slíkt hendir, sigur føroyski fólkatingslimurin.
Danmarks Radio hevur send spurningin víðari til amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn, sum svarar soleiðis í skrivligum svari:
- Amerikansk hernaðarflogfør stremba eftir at fylgja øllum reglum frá donsku stjórnini, tá flogið verður í loftrúminum hjá Kongsríkinum Danmark. Tey, ið framdu flúgvingina herfyri, misskiltu eitt krav um at geva boð frammanundan, og hava fingið nágreinað leiðbeining eftirfylgjandi.
Tað er heldur ikki eydnast DR at fáa uppspurt, hvat endamálið var við flúgvingini yvir Nólsoyarfirði og Skálafjørðinum 5. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald