Innanlands

Margit hevur teknað jólakortið

Seks ára gamla Margit Klein Kristiansdóttir hevur teknað jólakortið, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur brúkt í ár, og hetfyri vitjaði landsstýriosmaðurin í Glyvra skúla fyri at takka henni fyri tekningina

(Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið)

(Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið)

2025-12-20 17:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seks ára ára gamla Margit Klein Kristiansdóttir, sum gongur í forskúla í Glyvra skúla, hevur teknað jólakortið, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur brúkt í ár.

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, var herfyri á vitjan á Glyvra skúla fyri at takka Margit fyri tekningina og geva henni eina lítla gávu afturfyri.

Tað var ein sera hugnalig løta, har øll forskúlabørnini sungu ein jólasang. Landsstýrismaðurin segði nøkur orð og hevði okkurt gott at bjóða øllum børnunum, skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Landsstýrismaðurin segði millum annað:

– Tað er gott, at børn hava áræði og halda seg framat, sjálvt um tey ongantíð hava roynt tað áður. Akkurát sum Pippi, sum segði, at hetta fór hon nokk at klára, tí hon hevði ongantíð gjørt tað áður.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder