
Franska marglætisskipið Le Champlain úr Fraklandi leggur í kvøld at bryggju í Vestmanna.
Umborð eru 184 ferðafólk og manningin telur 118.
Ímeðan Le Champlain vitjar Vestmanna, fara ferðafólkini undir Vestmannabjørgini og eisini eru skipaðir gongutúrar í bygdini við lokalum frásøgufólki, har steðgað verður ymisk støð, millum annað í Faer Isles Distillery, Krambúðini og í kirkjuni.
Tað serliga, sum júst hetta skipið kann bjóða teimum ferðandi, umframt matstovur, svimjihylar og annað, er eitt undirsjóvarobservatorium, har tey ferðandi kunnu sita og hyggja hvat fer fram undir vatnskorpuni.
Le Champlain fer úr Vestmanna aftur leygarkvøldið.
Vestmanna Havn tekur fyribils móti átta ferðafólkaskipum í summar, sigur Vestmanna kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald