
Margreta drotning fyllir 85 ár í dag. Kortini verður ikki so nógv gjørt burturúr.
Føðingardagurin verður hildin á Fredensborg Slot. Tað var hann eisini í fjør, tá drotningin helt fyrsta føðingardagin eftir at hon legði trónuna frá sær.
Kongshúsið hevur kunngjørt hesa myndina í sambandi við 85 ára føðingardagin (Mynd: Kongshúsið)
Í danska kongshúsinum er nógv at hátíðarhalda í hesum døgum. Næstelsta barn hjá kongshjúnunum, Isabella prinsessa verður 18 ár mánadagin 21. apríl. Hetta varð millum annað hildið við hátíðarsýning á Kongaliga teatrinum í gjárkvøldið, har 1000 ung millum 17 og 24 ár úr øllum ríkifelagsskapinum vórðu boðin.
Sí eisini: Myndir: Kongaligur 18 ára føðingardagur í Keypmannahavn
Les eisini: Føroyingar til hátíðarhald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald