Innanlands

Maria Jørðdal Niclasen prædikar á ólavsøku

Presturin í Kvívík prædikar í dómkirkjuni ólavsøkudag

Maria Jørðdal Niclasen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Maria Jørðdal Niclasen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-29 12:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroyski fólkakirkjuni, sum ikki hevur prædikað á ólavsøku, fer at prædika ólavsøkudag. 

Ikki færri enn 8 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Maria Jørðdal Niclasen.

Hesum boðar Jógvan Fríðriksson, biskupur, frá á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni.

Maria Jørðdal Niclasen varð vígd prestur at vera í 2013. Hennara fyrsta kall var í Norðoya Eystara prestagjaldi. Í mars 2015 tók hon við embætinum í Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Kvívík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder