Mentan

Maria Jørðdal Niclasen skipað í embætið sum dómpróstur sunnudagin

Hon er fyrsta kvinnan í leiðsluni hjá fólkakirkjuni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-01-23 20:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gudstænastan komandi sunnudag kl. 11 í Havnar kirkju verður søgulig. Henda dagin verður Maria Jørðdal Niclasen skipað í embætið sum dómpróstur. Sostatt verður hon fyrsta kvinnan í leiðslu fólkakirkjunnar.

Dómprósturin er sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi. Hon er kallað av kirkjuráðnum í Nólsoy og kirkjuráðnum við Havnar kirkju. Hon hevur um hendi ábyrgdina av kirkjubókunum og er myndugleikin við atliti at jarðarferðum.

Til hetta embætið er tengd uppgávan at røkja tænastuna sum dómpróstur. Dómprósturin er varafólk hjá biskupi og er í fráveru biskups virkandi biskupur.

Dómprósturin er føddur limur í Próstadømisráðnum. Ráðið hevur yvirskipað ábyrgd av fíggjarmálunum hjá teimum staðbundnu kirkjunum og umsitur byggimál og verkætlanirnar hjá kirkjunum. Dómprósturin virkar í tøttum samskifti við kirkjuráðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder