Leygardagin skrivaði franska Marie Cau søgu, tá hon gjørdist fyrsta tvørkynda kvinnan at verða vald til borgarstjóra í Fraklandi.
Tað var kommunustýrið í Tilloy-lez-Marchiennes í Landnyringsfraklandi, sum valdi hana til stjóra.
Marie Cau er 55 ára gomul. Í valstríðnum legði hon dent á umhvørvisliga burðardygd og menning av lokala búskapinum.
Hon sigur sambært BBC, at hon ikki er aktivistur, og at hon ætlar at savna seg fullkomiliga um kommunalpolitikk.
– Fólk hava ikki valt meg tí eg eri tvørkynd, tey valdu eina dagsskrá. Tað er tað, sum er áhugavert: Tá ting gerast vanlig, skarar tú ikki framúr, sigur Marie Cau.
Tilloy-lez-Marchiennes er ein kommuna beint við markið til Belgia, ið hevur færri enn 600 íbúgvar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald