Sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit, Marius Borg Høiby, hevur verið í parlagi við kvinnuna, sum hann nú er skuldsettur fyri at hava framt harðskap ímóti.
Tað váttar norska løgreglan fyri TV2.
Áðrenn hevur løgreglan bara upplýst, at tað var "ein relasjón" millum órættaðu kvinnuna og Marius Borg Høiby.
Hann er skuldsettur fyri harðskap og herverk, sum skal vera farin fram í íbúðini hjá órættaðu kvinnuni í Oslo.
Marius Borg Høiby er sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit, og hon fekk hann áðrenn tað rann saman millum hana og Haakun krúnprins.
Norska kongshúsið hevur fyri VG upplýst, at Mette-Marit krúnprinsessa eftir hendingina hevur verið í samband við kvinnuna. Men kongshúsið hevur ikki upplýst, hvat tær hava prátað um.
Les eisini: Marius Borg Høiby hevur enn ikki úttalað seg til løgregluna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald