Mentan

Marius DC við sjónbandalagi

Lagið "Woah" er frá fyrstu útgávu hansara, the MZA EP – Upptøkurnar byrjaðu í mars 2020, og hevur lagið sostatt ligið leingi og bíðað

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-01-08 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyski Hip Hop tónleikarin Marius DC byrjar 2022 við sínum fyrsta sjónbandalagi. Lagið "Woah" varð frumsýnt á Youtube í gjár, fríggjadagin 7. januar.

Lagið er av fyrstu útgávuni the MZA EP. Hetta lagið hevur ligið og bíðað eftir at verða útgivið í eina tíð. Upptøkurnar til sjónbandalagið byrjaðu í mars 2020, beint áðrenn korona rakti. Ætlanin var tá, at sjónbandalagið skuldi koma út sum eitt slag av staklagi, í sambandi við, at the MZA EP hevði fingið fýra tilnevningar til FMA. Men korona steðgaði upptøkunum. Tær vórðu tó tiknar upp aftur seinni tað summarið.

Tá sjónbandalagið var liðugt stutt áðrenn ársskiftið 20/21, var Marius DC longu ávegis við øðrum tilfari, og síðan tá, hevur tað gingið slag í slag við fimm stakløgum og eini EP, Westender, ið kom út í summar. Men nú er tað endiliga úti, og sjónbandalagið sæst omanfyri.

Marius DC greiðir soleiðis frá:

- Woah er eitt av best dámdu løgunum á The MZA EP, og hevur fingið heilt nógv streams á Spotify, sjálvt um tað ongantíð hevur verið ein single ella er spælt nakað serligt í Kringvarpinum. Tí var altíð ætlanin, at tað skuldi koma út sum video, og tað kennist ordiliga gott, at endiliga geva tað út.

Tað er Egin Videography við Egin Tollakssyni Kass, ið hevur filmað, klipt og framleitt sjónbandalagið. Tónleikin hava Jonas Langgaard, Per I. Højgaard Petersen og Marius Dam Christophersen gjørt, meðan Marius hevur skrivað orðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder