
Marjun Andreasardóttir er sett í starv sum vinnumennari í Klaksvíkar kommunu. Hetta skrivar klaksvik.fo í dag.
Marjun er útbúgvin sum “Bachelor of Leisure Management” - innan frítíðarleiðslu - á University College Sjælland. Marjun er úr Syðrugøtu og hevur royndir við kommunalpolitiskum arbeiði frá Eysturkommunu, og eitt skifti var hon eisini ferðavinnusamskipari hjá Eysturkommunu.
Í sínum nýggja starvi sum vinnumennari skal hon, í samstarvi við vinnu- og mentanarstjóran, arbeiða við at skapa góðar karmar fyri vinnulívið, skrivar Klaksvíkar kommun.
- Í starvinum skal Marjun m.a. vera við til at tryggja, at tænasturnar, sum verða veittar innan vinnuøkið, eru á einum høgum góðskustigi. Somuleiðis verður uppgávan at menna hugskot, sum stuðla undir góðar karmar hjá vinnuni.
Ein liður í hesum arbeiðinum er eisini at samstarva við nýggja stjóran í Visit Norðoy, Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, sum m.a. skal menna ein ferðavinnupolitik fyri Norðoyggjar
Les eisini: Theresa Turiðardóttir Kreutzmann nýggjur stjóri á Visit Norðoy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald