Mentan

Marjun Syderbø Kjelnæs í uppskoti til virðisløn

“Sum rótskot” er í uppskoti at vinna Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021 

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-03-25 12:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag varð kunngjørt, at bókin “Sum rótskot” eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs er í uppskoti til ársins Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn hjá Norðurlandaráðnum.

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið bókina út, og har fegnast tey í dag á tilnevningina, skriva tey í tíðindaskrivi.

Í grundgevingini hjá Norðurlandaráðnum verður skrivað soleiðis um bókina: 

“Bókin skrivar seg beint inn í tíð okkara við tí økokritiska ráki, sum sæst í nútímans bókmentum. Bókin er tó meira enn bert ein veðurlagsskaldsøga. Hon er eisini, og kanska uppaftur meira, ein søga um tað, sum hugtekur okkum menniskju – bæði vaksin og ung – í dag. Hetta er ein bók um, hvussu ungdómurin ber seg at í einum heimi við avbjóðingum. Bókin tematiserar evni sum veðurlagsbroytingar, nýtslu av skíggjum, rúsdrekkamisnýtslu, sorg, og harafturat stór og torskild evni sum samleika, seksualitet, vísindi og trúgv. ” 

Stutt um bókina 
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav “Sum rótskot” út í 2020. Hendan ungdómsskaldsøga snýr seg um fýra vinfólk, sum vilja hava fólk at vakna og taka umhvørviskreppuna í álvara. Men tá tey velja at taka sakina í egnar hendur, fær tað avleiðingar, sum tey ikki høvdu ímyndað sær. Bókin viðger spurningar sum: hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær?  

Marjun Syderbø Kjelnæs, fødd í 1974, hevur skrivað stuttsøgur, skaldsøgur, yrkingasøvn, barnabøkur, ungdómsbøkur, leikrit og sangtekstir. Hon hevur fingið fleiri virðislønir, m.a. Norðurlendska skúlabókavarðaprísin fyri ungdómsbókina “Skriva í sandin“ í 2011.

Marjun Syderbø Kjelnes hevur fyrr verið tilnevnd Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Tað var í 2010 fyri júst “Skriva í Sandin”

“Sum rótskot” fekk í fjør Mentanarvirðisløn Tórshavnar býráðs, og í ár fekk Marjun eitt árs starvsløn frá Mentanargrunni Landsins. Bøkurnar hjá Marjuni eru týddar til fleiri norðurlendsk mál umframt enskt, franskt og týskt. 

Hini tilnevndu

Hini tilnevndu til Barna og ungdómsbókmentavirðislønina eru:

Danmark: Zakiya Ajmi fyri ungsómsskaldsøguna “Vulkan” og Adam O. fyri “Den Rustne Verden”, sum er eitt framtíðarepos

Finnland: Linda Bondestam fyri myndabókina “Mitt Bottenliv” og Siiri Enoranta fyri skaldsøguna “Kesämyrsky”

Grønland: Bolatta Silis-Høegh fyri myndabókina “Aima Qaqqap Arnaalu”

Ísland: Arndís Þórarinsdóttir og Hulda Sigrún Bjarnadóttir fyri ungdómsskaldsøguna “Blokkin á Heimsenda” og Lóa H. Hjálmtýrsdóttir ungdómsskaldsøguna “Grísafjörður: Ævintýri um vináttu og fjör”

Noreg: Ole Kristian Løyning og Ronny Haugeland fyri barnabókina “Min venn, Piraten” og Peter F. Strassegger fyri ungdómsskaldsøguna “Aleksander den store”

Samiska máløkið: Kirste Paltto og Laila Labba fyri ungdómsskaldsøguna “Jođašeaddji Násti”

Svøríki: Ylva Karlsson og Sara Lundberg fyri myndabókina “Jag och alla” og Elin Persson fyri ungdómsbókina “De afghanska sönerna”

Áland: Karin Erlandsson og Peter Bergting fyri ungdómsskaldsøguna “Nattexpressen”.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder