
Val er útskrivað í Kanada, og tað verður 28. apríl, boðaði nýggi kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney frá á tíðindafundi sunnudagin.
Carney hevur bert sitið sum forsætisráðharri í eina góða viku. Hann varð tikin í eið sum forsætisráðharri 14. mars, eftir at hann yvirtók leiðsluna í liberala flokkinum frá Justin Trudeau, sum hevur sitið sum stjórnarleiðari í Kanada síðan 2015.
Teir báðir stóru flokkarnir í kanadiskum politikki eru liberali stjórnarflokkurin, og konservativi flokkurin, og tað er sannlíkt, at tað verður annaðhvørt Mark Carney ella konservativi leiðarin, Pierre Poilievre, sum verður forsætisráðharri eftir valið.
Seinastu árini hevur liberali flokkurin mist undirtøku í veljarakanningunum, meðan konservativi flokkurin hevur gjørt framgongd. Men tann støðan er broytt orsakað av handilskrígnum hjá USA, og tað stendur nú á jøvnum millum flokkarnar, skrivar Ritzau.
Á tíðindafundinum sunnudagin segði Carney, at hann ynskir eitt sterkt mandat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald