Uttanlands

Märta Louise prinsessa brýtur avtaluna við kong

Heimildarfilmur um norsku prinsessuna og mann hennara, shamanin Durek Verrett, kann nú síggjast á Netflix

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-16 12:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn einaferð er órógv kring norska kongshúsið. Hesaferð tí, at Netflix nú vísir ein heimildarfilm um elstu dóttrina hjá kongi, Märta Louisu prinsessu og shaman-mann hennara, Durek Verrett.

“Rebel Royals: An Unlikely Love Story”, kallast heimildarfilmurin, ið kann síggjast á Netflix í dag.

Filmurin er um prinsessuna Märta Louisu, og annan mann hennara Durek Verrett.

Tað kongaliga hevur ein stóran leiklut í filminum, og longu eftir tveir minuttir trónar kongsborgin fram í dokumentarinum. Hetta verður mett at vera í stríð við avtaluna, sum Märta Louise prinsessa, gjørdi við pápa sín, Harald kong, í 2019.

Tá varð avgjørt, at prinsessan ikki skuldi brúka sítt prinsessuheiti í vinnuligum, ella kommersiellum, endamáli, eins og at hon ikki skuldi brúka sítt tilknýti til kongshúsið á sínum sosialu miðlum, í miðlaframleiðslu ella í sambandi við vinnuligt virksemi.

Og tað er júst tað, sum prinsessan ger í filminum, har hennara uppvøkstur sum prinsessa spælir ein týðandi leiklut.

Heimildafilmurin fylgir prinsessuni og sjálvútnevnda shamaninum, Durek Verrett, í tíðini upp til brúdleyp teirra, ið varð hildið í Geiranger í august í fjør.

Undan frumsýningini hevur filmurin skapt stórt kjak í Noregi, har tað verður gjørt nógv burturúr, at filmurin er eitt greitt brot á avtaluna, sum kongur gjørdi við dóttur sína.

Annus horribilis

Sostatt legst hesin filmurin seg afturat hesum ræðuliga árinum – annus horribilis – sum norska kongshúsið hevur upplivað í ár. Fyrst við álvarsligu lungnasjúkuni hjá Mette-Marit krúnprinsessu og síðan alt rokið kring son hennara, Marius Borg Høiby, frá fyrru giftu hennara, sum nú er ákærdur fyri fleiri álvarslig brotsverk, eitt nú fýra valdstøkur. Rættarmálið byrjar í 2026.

Kongsfamiljan er ikki við beinleiðis í heimildarfilminum, og undir brúdleypinum í fjør bóru tey seg undan av verða filmað av myndafólkunum frá Hello! Magazine og Netflix, sum brúðarparið hevði selt myndarættindini til.

Men í filminum, sum er hálvanannan tíma til longdar, verða kongshjúnini nevnd fleiri ferðir, eins og bæði eldri og nýggjari upptøkur verða brúktar í filminum.

Í einum føri í filminum sæst eitt nú Haakon krúnprinsur, ið er lítlibeiggi Märta Louisu, tosa við Durek Verrett á eini veitslu, ið verð hildin undan brúdleypinum í fjør.

Harumframt eru upptøkur av kongsborgini í Oslo eitt gjøgnumgangandi tema, og Durek Verret fortelur um tá hann fyrstu ferð møtti kongshjúnunum.

- Tá eg hitti drotningina og kongin, sótu tey bara og stardu at mær, sigur hann í filminum.

Norska kongshúsið hevur enn ikki havt viðmerkingar til filmin, skrivar dr.dk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder