Mentan

Martin Jensen kemur aftur til Føroya

Í 2017 var hann á Voxbotn. Nú kemur hann aftur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-07 20:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í 2017 fekk hann Voxbotn á kók, tá hann framførdi fyri einari hóppandi fjøld í Vágsbotni. Nú kemur hann aftur, og fer at gera gongugøtuna í Havn til eitt dansigólv, tá hann trínur á pallin á Okkara Tórsfest tann 20. juli.

[object Object]

Hóast Martin Jensen bara er 27 ár, hevur hann sligið seg fastan sum ein tann besti DJ í heiminum. Hann spælir á teimum allar størstu pallunum, og hann framleiðir hitt aftaná hitt. Á stroymingtænastum er sjón fyri søgn. Í skrivandi løtu hevur lagið “Solo Dance” meira enn 517 milliónir stroymingar! Ørandi tøl. Vit kunnu gleða okkum til eitt show í heimsflokki, tá Martin Jensen pressar hátalararnar í botn.

Frammanundan er longu greitt at nøvn sum Suspekt, Halberg & Friends, Dee Snider og Hjalmer Larsen fara at framføra á Okkara Tórsfest 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder