Skjótt pensjóneraða havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, er farin á hálvárligu yvirlitstrolingina fyri Havstovuna á Føroyabanka.
Vanliga hevur ein av matstovunum Heima í Havn tikið burtur av royndarveiðuni og hevur bjóða bankatosk á matskránni í eitt vikuskifti.
Men nú er greitt, at aðrar matstovur nú taka undir við tankanum, tí umframt serligu fiskamatstovuna Barbara Fishouse, hava matstovurnar á teimum nýggju hotellunum í Havn, Húsagarður á Hotel Brandan og Hallartún á Hilton Garden Inn.
Hóast Magnus fór út á bankan so seint sum mikukvøldið, so er longu greitt, at hann fær nóg mikið av toski til at allar tríggjar matstovurnar kunnu fáa nóg mikið av rávøru til at seta henda forkunnuga matin á matarlepan.
Tað er ótroyttiligi innovatorurin Johan Mortensen, sum hevur samskipað hetta tiltakið og eggja øðrum matstovum til at taka avbjóðingina upp.
- Fiskurin av Føroyabanka er millum heimsins bestu rávørur og hesaferð er avgjørt at fleiri av okkara bestu matstovum fáa part av veiðuni so at so nógvir føroyingar sum tilber, kunnu royna ogn allra føroyinga. Spennandi verður eisini hvussu okkara dugnaligu kokkar hvør í sinum lagi fara at arbeiða við toskinum, sigur Johan Mortensen.
Johan Mortensen
Hann vónar, at tiltakið við tíðini kann menna seg til ein veruligan matfestival, tá heimurin aftur gerst meira opin aftur. Tað er ein sannroynd, at áhugin fyri Føroyabanka er stórur uttanlands.
- Føroyabanki hevur eitt ómetaligt stórt virði sum brand bæði fyri okkara fiskivinnu og okkara matstovuvinnu. Hann er Føroya “jurassic park”, sigur Johan Mortensen.
Toskurin á Føroyabanka er eitt heilt serligt slag av toski, og líkist ikki toskinum, ið finst á føroyska landgrunninum – hetta tí at bankin er eitt avmarkað lívlendi – habitat. Bankatoskur er ofta nógv størri enn vanligur toskur, veksur skjótari, hevur lutfalsliga størri høvd og er ljósari á liti. Lættasti mátin at skilja millum bankatosk og annan tosk er at hyggja inn í búkholuna, har skinnið og sundmagin á bankatoski eru hvít, meðan tey eru myrk ella svørt á vanligum toski.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald