Mentan

Matine í Havnar kirkju leygardagin

10. august klokkan 11.30 verður matiné í Havnar kirkju, har duoin Teskandi varðar fer at spæla

2019-08-08 21:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Laygardagin 10. august verður matiné í Havnar kirkju við duoini Teskandi varðar.

Rógvi á Rógvu er á trummum og percussion. Kim Kristensen spælir klaver, syntesizer, og floytu.

Báðir tónleikararnir hava spælt í nógvum ymiskum genrum og í fleiri ár spælt saman í bólkinum Alda Magna og sum duet við teirra litfagra, abstrakta elektroakustiska, improviseraða tónleiki, har tað verður spælt á nógv ymiskljóðføri.

Duoin hevur millum annað spælt nógvar grottukonsertir og gevur skjótt út eina nýggja fløgu.

Byrjað verður klokkan 11.30.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder