Tina Christiansen (f. 1984) hevur útbúgving frá Det Jyske Musikkkonservatorium í Århus hjá professara í urguspæli Ulrik Spang-Hanssen sum lærara. Aftaná kandidat próvtøku helt hon á fram við útbúgving á solistklassanum sama stað og debuteraði summarið 2013 við fleiri konsertum í Danmark. Hon starvast sum urguleikari í Anskars kirkjuni í Odense.
Tina hevur havt orgulkonsertir nógva staðni í Europa og í Ruslandi. Seinast hevur hon havt solokonsert í Sct. Paul's Cathedral í London og finalekonsertina á London Organ Day í 2017. Hon hevur luttikið í urguleikara-kappingum bæði í Danmark og aðrastaðni og fleiri ferðir vunnið virðislønir fyri spæl sítt. Hon hevur fingið nógv ymisk legatir og luttikið í meistara-skeiðum hjá víðagitnum urguleikarum sum til dømis Gillian Weir og Hans Fagius. Tina hevur eisini studerað cembalo og kamartónleik hjá Lars Colding Wolf og hevur spælt til fleiri stórar oratoriuframførslur við Aarhus Bach Selskab og CD-innspælingar við Aarhus symfoniorkestri og Randers kamarorkestri. Hon hevur framført urgutónleik av eini mongd af tónaskøldum.
Sum ein liður í Summartónaskránni við føroyskum tónleiki fer hon næstu vikuna millum annað at frumframføra tónleik af føroyska tónaskaldinum Tróndur Bogasyni. Tónleikurin hjá Trónda er skrivaður yvir fimm ymisk løg hjá Hans Jakob Højgaard: Dagurin aftnar ver okkum hjá, Ungdómsins Harri, Harri mínar troyttu hendur, Sum harðveður, tá ódn ber á og Deyði, hvar er nú broddur tín. Sum ein partur av framførsluni fáa áhoyrarnir saman við forsangarum høvi at syngja nøkur ørindi í tveimum av sálmunum. Orðini standa í skránni og áðrenn konsertin byrjar, verða versini sungin ígjøgnum, so øll kunnu kunna seg um løg og orð.
Afturat tónleik av Trónda spælir Tina eisini tónleik av Glazunov, Grigny, Buxtehude og Janacek og øðrum.
Konsertin hjá Tinu verður endurtikin í Fuglafjarðar kirkju týsdagin 7. august kl. 20 og í Christianskirkjuni í Klaksvík mikudagin 8. august kl. 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald