Mentan

Matiné í Havnar kirkju leygardagin

Tað verður kórið Crescendo úr Horsens, sum er á kórferð í Føroyum, sum fer at framføra

2022-05-26 19:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 28. mai klokkan 11.30 verður matiné í Havnar kirkju við kvinnukórinum Crescendo úr Horsens í Danmark, sum er á kórferð í Føroyum.

Í kórinum, ið varð sett á stovn í 1981, syngja 20 – 24 sangarar, og leiðari er Bente Lund Degn.

Kórið syngur sera nógv sløg av tónleiki – bæði klassiskan, rytmiskan og siðbundnan danskan og útlendskan tónleik.

Á skránni leygardagin er tónleikur av m. a. Hassler, Brahms, og Tchaikovsky. Kórið fer eisini at syngja nakrar vælkendar danskar sangir sum til dømis “Den blå anemone”, “I Danmark er jeg født” og “Sig månen langsomt hæver".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder