Leygardagin verður matiné í Havnar kirkju við sangaranum og guitarleikaranum Hans Andrias Jacobsen.
Hans Andrias er Klaksvíksingur og vann hann í 2012 heiðursløn sum Ársins nýggja tónleikanavn á Planet Awards hjá Miðlahúsinum. Hann syngur fólka- og bluestónleik.
Hans Andrias er ein av limunum í Grandma's Basement, sum eisini hevur vunnið eina Planet heiðursløn á Planet Awards 2010. Teir vunnu í bólkinum Ársins sangur, við sanginum "Hon fær ongantíð nokk". Hans Andrias framførdi á Summarfestivalinum í 2012 og í 2013. Hann vann eisini ”Áhoyraravirðislønina” í FMA 2017.
Við lagnum “Don’t Want to Burn” fekk Hans Andrias sítt gjøgnumbrot í føroyskum útvarpi. Gittarleikarin í Grandma´s Basement, vísti seg ikki bara at vera ein góður sangskrivari, men eisini ein góður sangari.
Framførslur í Tøting, í Losjuni og á Summarfestivalinum, hava víst, at hetta er ein sera spennandi sangari og sangskrivari. Hans Andrias hevur verið nógv á konsertferðum síðani fløguútgávuna. Hann hevur havt konsertir í Ruslandi, Polen, Danmark, Schweitz, Spania og øðrum londum.
Spennandi verður tað at hoyra Hans Andrias framføra í gomlu Havnar kirkju leygardagin kl. 11:30.
- Havnar kirkja
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald