
MC-felagið hevur í fleiri ár ynskt sær eitt felagshús, og tí hava tey ígjøgnum longri tíð kannað møguleikarnar fyri eini hóskandi staðseting. Í hesum sambandi hava tey eisini verið í samskifti við Tórshavnar Kommunu, og í fjør bleiv avtala gjørd um eitt gott øki úti millum gamla og nýggja Velbastaðvegin.
Fyrireikingarnar fóru í gongd, og tekning var gjørd – fyri einum kombineraðum høli bæði við garasju til motorsúkklurnar og við felagshøli. Elementini vóru bygd í einum smiðjubygningi í Smiðjugerði, og grundin á økinum bleiv stoypt. Í gjár var so reisigildi.
Limirnir møttust leygarmorgunin, og smíðaðu tey í allan dag. Klokkan 15.30 var so reisigildið hildið, við kaffi og køku og røðum. Borgarstjórin, Heðin Mortensen varð boðin við, og nýtti hann høvið at ynskja MC-felagnum tillukku við tí nýggja húsinum.
Meira um røðurnar, sum vórðu hildnar, umframt fleiri myndir frá degnum síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald